Gunvør spyr um Anitu

6 June 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Um Føroya Fiskimannafelag ikki hevði meldað skipið, hevði Anita siglt enn?

2. Hví hava eftirlitsmyndugleikarnir ikki reagerað áðrenn, tá teir leingi hava vitað at alt ikki var í lagi við skipinum?

3. Er Sjóvinnustýrið liðugt við sínar kanningar av Anitu?

4. Um svarið til sp. 3 er játtandi, kann kanningin hjá Sjóvinnustýrinum viðfestast sum skjal í svari til hesar spurningar?

5. Fær Anitu málið Sjóvinnustýrið til at herða eftirlitið og kanna onnur skip?

6. Hvørjar nýggjar uppgávur hevur Sjóvinnustýrið fingið, herundir hvussu mong skip eru komin inn í føroysku skipaskránna síðstu fimm árini?

7. Hvussu mong fólk starvast á Sjóvinnustýrinum?

8. Eru fleiri fólk og ella fíggjarlig orka sett av, at fyrisita og røkja eftirlitsuppgávurnar so hvørt fleiri skip eru komin í flotan?

9. Hvussu mong starvsfólk eru farin úr starvi á Sjóvinnustýrinum síðstu fimm árini, harav hvussu mong hava sagt seg úr starvi og hvussu mong eru søgd úr starvi?

10. Hvør er orsøkin til at fleiri starvsfólk seinastu mánaðirnar eru farin úr starvi?

11. Hvør hevur yvirskipaðu ábyrgdina av mynstringini/ mynstringarlistunum, og hvar verða listarnir formliga savnaðir?

12. Hvørjar uppgávur verða uppraðfestar og hvørjar niðurraðfestar, tá tað snýr seg um at fremja eftirlit við trygd á sjónum?

13. Hvussu nógvir útlendingar starvast umborð á føroyskum fiskiskipum og hvussu mangir av hesum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi og hvussu nogvir hava ikki hesi loyvir?

14. Smbrt. hvørjum lógum - altjóða sum føroyskum - eru lønar- og arbeiðstreytir hjá útlendingum á føroyskum fiskiskipum ásettar?

15. Heldur landsstýrismaðurin, at tørvur er á greiðari lønar- og arbeiðsviðurskiftunum hjá útlendingum, ið starvast á føroyskum fiskiskipum.

16. Heldur landsstýrismaðurin at grundarlag er fyri at gera eina kanning og eina frágreiðing, av øllum tí er farið fram í málinum um Anitu?

Viðmerkingar:

Málið um garnaskipið Anitu hevur sett sterkan ljóskastara á mong ósømilig viðurskifti í fiskivinnuni, sum vit kunnu vera lítið errin av. Í apríl svaraði Johan Dahl ymsum spurningum um Anitu og hesi svar - umframt ymiskt annað, ið er komið fram í ljósmálan síðan - hevur elvt til fleiri spurningar. Landsstýrismaðurin hevur fleiri ferðir sagt alment, at onki er galið við lóggávuni á økinum. Stóri spurningurin, ið tá stendur eftir er: Um tað ikki er lóggávan tað er galið við, so má okkurt vera heilt galið við eftirlitinum. Annar stórur spurningur er somuleiðis, um Anita er eindømi ella umboðandi fyri fleiri skip í føroyska flotanum. Tíverri bendir mangt á, at okkara eftirlitsstovnar ikki hava røkt sínar skyldur og mannagongdirnar tykjast ikki vera nøktandi.

sp. 1 og 2:

Tað er komið fram, at myndugleikarnir leingi hava verið vitandi um fleiri av viðurskiftunum rundan um Anitu, tí onnur reiðarí og Fiskimannafelagið hava meldað reiðaríið í fjør. Hetta er td. mál um manglandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá útlendsku manningini, at skipið hevði og nógv gørn o.a. Men ikki fyrrenn ein maður fer fyri borð rullast alt óskilið fram og myndugleikar fara at vakna.

sp. 3-5:

Í svari frá landsstýrismanninum dagf. 23 apríl uppá fyrru spurningarnar frá undirritaðu, svaraði landsstýrismaðurin, at “Viðmerkjast skal tó, at Sjóvinnustýrið ikki er liðugt við sínar kanningar enn”.Tað er umráðandi at fáa at vita hvør niðurstøðan hjá Sjóvinnustýrinum er uppá kanningina av Anitu.

sp. 6-12:

Í svari frá landsstýrismanninum dagf. 23 apríl uppá fyrru spurningarnar frá undirritaðu, svaraði Johan Dahl, at Sjóvinnustýrið má raðfesta uppgávurnar, “sum hjá flestu føroysku almennu stovnum er arbeiðsøkið hjá Sjóvinnustýrinum stórt og víttfevnandi, og neyðugt er áhaldandi at raðfesta uppgávurnar í mun til arbeiðsorkuna.” Tað er sera viðkomandi at fáa landsstýrismannin at útgreina nærri hvørjar uppgávur Sjóvinnustýrið uppraðfestir og hvørjar noyðast at niðurraðfestast.

Sambært fíggjarlógini er Sjóvinnustýrið normerað til 20,6 starvsfólk, men sambært heimasíðuni starvast 15 fólk á stovninum. Samstundis hava tíðindi borist um, at fleiri fólk á Sjóvinnustýrinum eru farin úr starvi.

Minst tríggir ymiskir stovnar taka sær av praktisku mynstringini: Vørn, Sjóvinnustýrið og løgreglan, tí tykist ógreitt hvør ger hvat og hvør hevur endaligu ábyrgdina.

sp 13-15:

Anitu málið reisir serliga spurningar viðv. hvussu vanligt tað er, at føroysk skip eru mannað við útlendingum og hvussu er við arbeiðs- og uppihaldsloyvum hjá hesum.

sp 16:

Yvirskipaði spurningurin til myndugleikarnar eftir Anitu málið er - enn sum áður - hvussu vit í verki kunnu vísa, at vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð.

Gunvør Balle

Tjóðveldi

3. juni 2014