Gunvør setur tríggjar munnligar fyrispurningar

9 November 2014
Skrivað hevur

Á tingfundinum í morgin spyr Gunvør Balle um arbeiði við at fáa føroyskt inn í samskiftistøknina, um miðnámsskúlaøki og um garnaskipi Anitu

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landstýrismann í mentamálum viðvíkjandi arbeiðinum við at fáa føroyskt inn í samskiftistøknina

1. Hvat er hent í málinum at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, og hvussu langt er arbeiðið komið?

2. Hvørja samskiftistøkni ella hvønn aldursbólk metir landsstýrismaðurin, man eigur at byrja við?

3. Hvussu skal ein langtíðar ætlan síggja út fyri, hvussu man trygt og støðugt fær tryggjað føroyska málinum størri pláss í samskiftistøknini?

4. Sum ein av eigarunum av Elektron hevur landsstýrismaðurin so umhugsað, at hesin stovnur kann fáa ein týðandi og samskipandi leiklut í at menna føroyskt mál í samskiftistøknini?

Viðmerkingar
Í byrjanini av 2013 samtykti Løgtingið hesa orðing: “Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.

Manglandi tilfar á móðurmálinum til børn og ung hevur fingið nógva rúmd seinastu tíðina. Tað er sera gleðiligt, at fjølmiðlar og einstaklingar eru við til at varpa ljós á hetta álvarsmál og geva sítt íkast til, hvussu ferð kann koma á at skapa meir tilfar á føroyskum til børnini.

Vit vita, at vegurin er torgreiddur fyri at fáa sjálvsagdar møguleikar fyri at fáa føroyskt mál í samskiftistøknini. Skulu vit røkka málinum og samstundis tryggja, at dagføringararbeiðið aftaná verður røkt til fulnar, og at peningur er tøkur til endamálið, er neyðugt við dyggum samstarvi millum almennar myndugleikar og privatu veitararnar. Neyðugt verður eisini at gera eina langtíðarætlan, har ymisk átøk til ymsar málbólkar verða raðfest, og so arbeiða miðvíst eftir tí. Elektron hevur færri uppgávur, nú bankarnir velja at flyta størri og størri part av teirra kt-virksemi uttanlands, tí átti landsstýrið, sum ein av eigaranum av Elektron, at kanna møguleikan fyri, at Elektron kundi fingið eina nýggja uppgávu fyri landið.

Á Løgtingi, 5. november 2014

Gunvør Balle

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landstýrismann í mentamálum viðvíkjandi miðnámsskúlaøkinum

1. Hvønn leiðslubygnað ætlar landsstýrismaðurin skal vera í nýggja Marknagilsdeplinum?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at biðja um eitt álit frá umboðum frá tekniska skúla og miðnámsskúlunum í Klaksvík og Kambsdali um framtíðar miðnámsskúlaøkið í norður-eysturøkinum?

3. Um sp. 2 er svaraður noktandi, hevur landsstýrismaðurin so nakrar ætlanir um at skipa ein miðnámsskúladepil við einari leiðslu til norðurøkið í landinum?

4. Hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin við, hvussu deildin hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali skal skipast bygnaðarliga?

5. Ætlar landsstýrismaðurin at orða eina lóg um skúladeplar, sum skal leggja upp fyri framtíðar bygnaði og staðseting av miðnámsskúladeplum kring landið?

Viðmerkingar
Í summar fekk landsstýrismaðurin eitt rúgvusmikið álit um bygnaðin á Marknagilsdeplinum. Í álitinum eru tvey tilmæli viðv. leiðslubygnaði. Annað mælir til at seta eitt stýri ímillum lands¬stýrismannin og depilsstjóran, og hitt mælir til at seta eina ráðgevandi nevnd til depilsstjóran, sum vísir beinleiðis til landsstýrismannin. Áhugavert at vita, hvat av hesum tilmælum lands¬stýrismaðurin ætlar at velja.

Marknagilsdepilin er nú í einari skipaðari og skilagóðari tilgongd, bæði hvat viðvíkur bygging
og framtíðar bygnaði. Tilgongdin innan miðnámsskúlan í Havn stendur í alt størri andsøgn til manglandi ætlanirnar innan miðnámsskúlaøkið í norður-eysturøkinum, har tað eru 4 ymsir miðnámsskúlar, ymiskt staðsettir, við hvør sínari leiðslu og bygnaði.

Um- og nýbyggingar eru og fara fram á Tekniska skúla í Klaksvík og á miðnámsskúlanum og handilsskúlanum á Kambsdali. Hesar eru neyðugar fyri at fáa nýggju miðnámsskúlaskipanina at rigga. Á Kambsdali liggja skúlarnir hurð um hurð, tað eru tveir skúlar, tveir ymsir bygnaðir, men nú er komin ein felags miðnámsskúlalóg og spurningurin er tí um man eisini framhald¬andi skal halda fast við tveir bygnaðir?

Hóast lagt er upp til okkurt slag av samanlegging, er enn eingin politisk útmelding komin um, hvussu hesir skúlar skulu virka í framtíðini, og tað ger arbeiðið hjá skúlaleiðslunum heldur ørkymlandi. Við Marknagilsdeplinum er eingin ivi um, at tað verður kapping millum skúlarnar um næmingarnar. Teir fara til Havnar, um skúlatilboðið har norðuri ikki er nóg spennandi og hevur nóg nógv at bjóða.

Skulu skúlarnir á Kambsdali og í Klaksvík framhaldandi vera 4 ymsar eindir við hvør sínari leiðslu, ella ætlar man at skipa ein depil, sum samansjóðaður hevði fingið møguleika at kappast við risa- miðnámsskúlan, sum Marknagilsdepilin verður í Havn.

Landsstýrismaðurin skyldar norðurøkinum at koma við einari útmelding um, hvussu miðnáms¬skúlaøkið skal skipast í framtíðini.

Á Løgtingi, 5. november 2014

Gunvør Balle

Munnligur fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi garnaskipinum Anitu

1. Hví ger løgmaður ikki fyrr enn seint í oktober av at taka veiðiloyvi fyribils frá Anitu, tá Vørn longu í apríl staðfesti grov brot og heitti á løgmann um at taka veiðiloyvi frá skipinum?

2. Hvat merkir tað, at “løgmaður ikki hevur generella heimild” at seta eina miðsavnandi kanning í verk av øllum málinum?

3. Kann løgmaður ikki biðja ymsu stovnar og myndugleikar, ið hava ábyrgd av ymsu pørtunum í málinum, um at koma við frágreiðing á sínum øki, sum løgmaður so kann savna í eina felags frágreiðing ?

4. Nær gjørdist Fiskimálaráðið ógegnugt, og nær fekk løgmaður málið?

Viðmerkingar
Í einum skrivi, ið undirbyggir tilmæli um at taka fiskiloyvi frá Anitu, sigur Vørn, at út frá eini heildarmeting metir Vørn, at staðfestu brotini eru so grov og álvarslig, at einki annað dømi er at samanbera við, í tí tíð fiskiveiðieftirlit hevur verið framt í Føroyum. Serliga er tað stóra garnatalið, hugsað verður um. Hetta brotið metir Vørn vera nóg stórt at taka fiskiloyvi endaligt frá skipinum. Harumframt er skipið umbygt at hava 25 mans - í mun til 14 áðrenn - eisini eitt greitt tekin um, at nógv manning er riggað til at arbeiða meir fisk enn tey 1400 gørnini, sum skipið hevur loyvi til, tí 14 dekkarar høvdu ikki megnað at arbeitt undan 4.649 gørnum. Vørn brúkar orðini “talan er um skipaða ránsveiðu.”

Eg setti herfyri løgmanni nakrar grein 52a spurningar um hetta mál og spurdi m.a, um løgmaður hevði viljað sett eina kanning í verk, so at almenningurin og Løgtingið fær eina heildarmynd og fullfíggjaða frágreiðing um, hvat er hent í málinum viðvíkjandi Anitu.

Í svarinum listar løgmaður upp ymisk mál, ið hava verið frammi viðv. Anitu: Um trygd á sjónum, um útblaking og ólógligt tal av gørnum, um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, um leiðslu¬viðurskifti umborð, um formuurættarlig og um "ullint" skattlig viðurskifti hjá reiðarínum (sum løgmaður sjálvur orðar tað) og um sosiala dumping.
Í sínari uppramsan viðgongur løgmaður greitt, at tað eru rættiliga nógv økir, sum kanska ikki eru í lagi. Hvørki hjá reiðarínum, við skipinum sjálvum og við tess fiskiskapi. Og innan hvørt øki, verður víst til tann myndugleika, ið varðar av. Við øðrum orðum - hann staðfestir greitt, at har eru fleiri sera ivasom og illgrunasom viðurskifti, men í sama andadrátti blakar hann ábyrgdina burtur frá sær aftur og sigur, at hesi ella hasi hava ábyrgdina. Og svarar so til síðst:

"Løgmaður hevur ikki nakra generella heimild at seta í verk eina miðsavnaða kanning av øllum hesum viðurskiftum. Skal eftirlit gerast við myndugleikunum í málinum, má hetta gerast av vanliga yvirskipaða myndugleikanum sbr. lóggávuni."

Tað er toført at ímynda sær, um løgmaður, sum er ovasta leiðsla landsins og hevur endaligu ábyrgd, ikki kann umbiðja ella krevja eina kanning.

Á Løgtingi, 5. november 2014

Gunvør Balle

Meira frá sama høvundi

No items found.