Umframt at kunna um politisku støðuna í egnum londum, umrødddi og viðgjørdi fundurin fíggjarligu støðuna í Europa.
Fundirnir vóru í hugnaliga umhvørvinum á Lysebu, nakað uttan fyri Oslo.
Hósdagin 23. august samlaðust floksformenn og floksskrivarar hjá flokkunum, sum mynda NGLA, North Green Left Alliance. Fastur táttur á fundunum er at kunna um politisku støðuna í egnum landi, tað gjørdi Audun Lysbakken, formaður í Sosialistiska Vinstraflokkinum í Noreg, Høgni Hoydal, floksformaður í Tjóðveldi í Føroyum, Sara Olsvig fólkatingslimur fyri Inuit Ataqatigiit (IA) í Grønlandi (hon luttók í staðin fyri Kubik Kleist), Villy Søvndal, formaður í SF og danskur uttanríkisráðharri, Steingrimur J. Sigfússon, ráðharri í Íslendsku stjórnini, Paavo Ahrinmäki , formaður í Vänsterforbundet í Finnlandi. Umboðini fyri Vänsterpartiet í Svøriki kundi ikki møta til fundin fyrsta dagin.
Allar framløgurnar og viðmerkingarnar staðfestu, at flokkarnir hava sín avgjørda leiklut í egnum landi, at tryggja samhaldsfesti, javnstøðu og eina rættvísa samfelagsmenning fyri komandi ættarlið. Avbjóðingin við gongdini í Europa leggur upp til, at politisku virðini á vinstraveinginum eru neyðugari enn nakrantíð.
Fríggjadagin 24. august var fundur burturav millum floksskrivararnar. Floksbygnaður og floksarbeiði vóru á skránni. Staðfest bleiv, at týdningurin av at hava vælvirkandi floksskrivstovur ikki skal undirmetast, tað er ein avgerandi partur av politiska arbeiðinum við upplýsing og marknaðarføring av flokkinum, sum floksskrivstovurnar gera. Samstarvið í NGLA leggur eisini upp til at fáa ágóðan av royndum hvør hjá øðrum.
Eftir tveir gevandi og hugnaligar dagar í Oslo gekk leiðin heim aftur, eina uppliving ríkari og fleiri hugskotum í skjáttuni.

