gerðabókin

17 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Góði Høgni Joensen, skrivari fíggjarnevndarinnar

Soljóðandi skal førast inn í gerðabókina fyri fundin hjá fíggjarnevndini í dag:

Sum skilst hava samgonguumboðini í fíggjarnevndini á seinasta fundi tikið avgerð um, at Jóhan Petersen, Saltangará, skuldi kallast inn til hoyringar í málinum um donsku ríkisveitingina fyri 2011. Jóhan er kendur debattørur í fjølmiðlunum, og øll kenna hansara støðu til viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark og harvið til ríkisveitingina. Undirritaði var frá byrjan sannførdur um, at talingur mátti vera um skemt á hægsta stigi, tí maðurin hevur sum so ongar aðrar førleikar í málinum enn tað, at hann kann reka durkdrivna propagandu fyri sambandssøkini hjá dønum og nøkrum fáum føroyingum. Tá hetta eftir øllum at døma var í álvara meint, heitti eg á formannin í fíggjarnevndini um at fáa eina politiska andvekt inn í nevndina samstundis, t.d. Zacharias Wang.. Bara fyri at fíggjarnevndin ikki einvegis skuldi verða díkt undir í sambandspropagandu. Tað skal ikki hava borið til, at fingið fatur á Zachariasi, og tað fekst at vita um seint ígjárkvøldið, tí møtti Jóhan Petersen einsamallur á fundinum ímorgun. Tað finnast 8 ella 9 túsund aðrir tjóðveldismenn í hesum landinum, so hendan undanførslan hjá nevndarformanninum kann ikki brúkast til nakað sum helst. Áðrenn Jóhan Petersen var róptur inn á fundin ídag, gjørdi undirritaði formannin og fíggjarnevndina varðuga við, at eg onki havi ímóti Jóhan sum persóni, kenni hann væl, men at eg fór av fundinum, táið hann kom inn, í protest ímóti, at samgongumeirilutin í fíggjarnevndini hevur valt at brúka sín meiriluta til at dríva regulera sambandspropagandu í fíggjarnevndini, við at kalla ein mann inn til hoyringar, sum absolut onki kann gera fyri at lýsa málið, soleiðis sum ætlanin annars skal vera við hoyringum í løgtingsnevndum. Míni bestu ráð til meirilutan í fíggjarnevndini skulu vera, at tey gevast við at misbrúka týðandi parlamentarisk forum til partapolitiska meiriluta propagandu.”

Eftir at hin innkallaði (ella kanska rættari hin útvaldi) Jóhan Petersen var farin av fundinum, møtti eg aftur sum vanligt. Beinanvegin tók málið seg upp um gerðarbókina, og har setti eg omanfyrinevnda krav fram av nýggjum. Formaðurin bar seg undan, og helt ikki at tað kundi bera til, men eftir nakað av trýsti lovaði hann undirritaða, at eg skuldi fáa eitt skrivligt svar um, hvussu úrslitið fór at verða hesum viðvíkjandi, altso um hann – saman við samgongumeiriluta sínum - fer at forða fyri, at sersjónarmið um út av lagi løgnar mannagongdir í arbeiðnum hjá fíggjarnevndini kunnu skrásetast í gerðarbók fíggjarnevndarinnar.

Ætlar formaðurin saman við sínum teknum at forða fyri, at omanfyrinevndu sjónarmið míni vera førd inn í gerðarbók nevndarinnar, er fíggjarnevnd løgtingsins helst einasta demokratiska forum í øllum heiminum, har tað ikki ber til, eftir kravi frá einum fólkavaldum – í hesum føri einum andstøðutinglimi - at fáa síni sjónarmið innskrivað í eina gerðarbók. Tað er serliga tyngjandi fyri eitt møguligt meirilutaboykott, at málið snýr seg um hvussu illa eitt tingmál verður lýst, tvs. at viðgerðin í nevndini hevur havt eina burturav ódemokratiska slagsíðu.

Við vón um, at omanfyrinevnda skriv hóast alt verður ført inn í gerðarbók fíggjarnevndarinnar fyri fundin ídag, bíði eg við at taka onnur stig í málinum. Fái meg illa at trúgva øðrum enn, at meirilutaumboðini framvegis eru sannførd um, at tey eru útvald í umboðandi fólkaræðinum, og at tey ikki halda seg verða eina samansjóðaða kjarnu, sum hevur meirilutadiktatoriskar heimildir, har øll vald minniluta sjónarmið verða sveipað til viks.

Vinarliga

Tórbjørn Jacobsen,

løgtingsmaður og fíggjarnevndarlimur