Á skránni fyri tingfundin í dag er:
1. Góðkenning av valbrøvum og valúrsliti
2. Váttan eftir § 8 í stýrisskipanarlógini
3. Val av formanni og tilnevning av trimum næstformonnum
4. Framløga
16 av tingfólkunum sum taka sæti á tingið í dag eru nývald, 7 teirra hava ikki sitið á tingið áður. 10 av tingfólkunum eru kvinnur, og harvið eru 30% av tingfólkunum kvinnur og 70% menn.
Í tingbólki Tjóðveldis eru Høgni Hoydal og Bjørt Samulesen afturvald, Páll á Reynatúgvu er nývaldur; hann hevur áður verið løgtingsmaður í tíðarskeiðinum 1998 – 2008. Páll sat eisini sum landsstýrismaður í almannamálum 2002-2004. Seinasta valskeið hevur Páll eisini havt sætið sum eykavaldur tingmaður.
Kristina Háfoss er eisini nývald, men hevur somuleiðis siti í tinginum 2002-2004, umframt sum eykavald tingkvinna. Kristina var landsstýriskvinna í mentamálum eitt skifti í 2008.
Gunvør Balle og Sirið Stenberg traðka á fyrstu ferð innum tinggáttina sum tingkvinnur á tingfundinum í dag.

