Fyrispurningur um viðgerð av giktsjúkum, settur Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, at svara skrivliga eftir TS § 52a.
1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja nøktandi viðgerð til giktsjúk, nú serlæknin hevur sagt seg úr starvi?
2. Nær fyriliggur ein loysn, sum tryggjar, at støðið á viðgerðini ikki lækkar?
3. Hví eydnaðist ikki at fáa eina semju við serlæknan?
Viðmerkingar:
Serlæknin í gikt hevur sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum, frá 31. mars. Í november setti undirritaða landsstýrismanninum fyrispurning um málið. Víst varð á, at bíðitíðin til viðgerð er stytt munandi, síðani viðkomandi lækni fór at virka í privatari viðtalu afturat almenna starvinum. Og at sjúklingarnir hava verið væl nøgdir við fakliga støðið á viðgerðini.
Virkandi skipan sparir ivaleyst heilsuverkinum pengar, tí fólk fáa skjótari hjálp og byrgt verður fyri nógvum innleggingum.
Stórur ótti er nú ímillum giktsjúk fyri, at støðið á viðgerðini fer at lækka, um vent verður aftur til skipan við skiftandi konsulentum, sum ikki kenna sjúklingin. Uppsøgnin er enn ein missur fyri sjúkrahúsverkið, sum frammanundan hevur mist serlæknar á fleiri øðrum økjum.
Í svarinum 30 november í fjør, lovaði landsstýrismaðurin at leggja nógv fyri, til tess at fáa loyst ósemjuna um arbeiðsumstøður og sáttmálaviðurskifti ímillum giktlæknan og avvarðandi myndugleikarnar, fyri at tryggja sjúklingunum eina góða, skjóta og effektiva viðgerð.
Samráðingar skuldu tá verða fyrsta dagin við serlæknafelagið, og Landssjúkrahúsið væntaði, at ein avtala fyrilá tíðliga í 2012. Landsstýrismaðurin segði m.a. at “...øll, sum varða av hesum økinum, hava eitt brennandi ynski um at fáa viðurskiftini í rættlag”, og legði dent á, at hann ikki ætlaði sær at nýta ein dag meira enn neyðugt at tryggja, at umrøddi serlækni í giktsjúkum kundi halda fram í arbeiði sínum.
Men, eyðsæð er eingin loysn funnin, tí sambært Dimmalætting hevur serlæknin nú seg endaliga sagt seg úr starvi, m.a. tí hann ikki heldur seg kunna taka ábyrgd av støðuni.
Hetta rakar tey mongu, sum hava gikt, og hvørs lívsgóðska er beinleiðis tengd at góðari, skjótari og álítandi viðgerð.
Á Løgtingi 24. februar 2012
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Tjóðveldi

