1) Hvør er orsøkin til at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, í summum førum, hava trupulleikar við at at fáa sína útbúgving góðkenda, tá tey søkja sær arbeiði í ES-londum?
2) Hvørji stig ætlar Landsstýriskvinnan at taka, til tess at tryggja føroyskt útbúnum sjúkrarøktarfrøðingum, at løggildingin av teirra útbúgving, gevur teimum veruliga formliga viðurkenning, eisini í øðrum ES-londum enn Danmark?
Viðmerkingar:
Í seinastuni havi eg frætt frá fleiri føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum, at tey hava havt trupulleikar við at fáa sína útbúgving góðkenda, tá tey søkja arbeiði í ES-londum.
Sambært løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003, § 3, um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum skal "Útbúgvingin skipast soleiðis, at hon lýkur tær útbúgvingartreytir, sum settar verða í ES-londunum fyri løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur/sjúkrasystir. " Víðari stendur í Stk. 2:
"Eftir lokna útbúgving hava tey lesandi rætt til løggilding eftir teim reglum, sum ásettar eru í ríkislóggávu."
Innihaldsliga er eingin ivi um at føroyska útbúgvingin livir upp til fakligu krøvini. Okkara útbúgving við 240 ECTS-stigum (4 ársverk), hevur enntá eitt hægri støði enn tann danska við 210 ECTS-stigum (3½ ársverk). Eins og tann danska, livir tann føroyska útbúgvingin upp til ES-direktivini um hvørjar ástøðiligar og kliniskar partar útbúgvingin skal hava fyri at verða góðkend. Direktivini (80/155/EØF, 77/453/EØF og 89/595/EØF), skulu tryggja londunum sínamillum viðurkenning av útbúgvingini og geva sjúkrarøktarfrøðingum frítt at fara í øllum ES.
Formliga er Føroyska sjúkrarøktarfrøðingafelagið limur í Dansk Sygeplejerråd. Og danska Sundhedsstyrelsen, sum hevur ábyrgdina av løggilding av heilsuútbúgvingum, hevur eisini formliga javnsett ta føroysku útbúgvingina við ta donsku. Hetta merkir, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fáa løggilding (autorisasjón) frá Sundhedsstyrelsen til at søkja størv og til at virka sum sjúkrarøktarfrøðingar innan heilsuverkið, á jøvnum føti við teir donsku sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Hóast Føroyar ikki eru limur í ES, so er útbúgvingin hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum á einum so høgum støði, at tað, av røttum, bert átti at verið ein avgreiðslu-spurningur, at vunnið føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum altjóða góðkenning og viðurkenning. Tess meira undrunarvert er tað tí, at vit ikki langt síðani hava syrgt fyri, at beina slíkar formligar avmarkingar av vegnum.
Høgni Hoydal

