Fyrispurningur um friðing av lunda

13 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


- Metir landsstýrismaðurin, at lundastovnurin í verandi støðu tolir, at veitt verður av honum?


- Ætlar landsstýrismaðurin at seta bann fyri fleyging av lunda, inntil stovnurin er komin fyri seg aftur - jvf lógaruppkoti 62/2011?


- Eru onnur tiltøk frá landsstýrinum ávegis, fyri at verja lundastovnin?

Viðmerkingar
Á vári í fjør var alment fokus sett á, hvussu álvarsom støðan hjá lundastovninum er. Innlendismálaráðið fekk í januar 2011 í eina frágreiðing við nýggjum veiðihagtølum fyri lunda. Í sambandi við hesa, setti undirritaða fyrispurningar um hvørt landsstýrið hevði ætlanir at seta tiltøk í verk, fyri at verja lundastovnin. Hetta tykist neyðugt, tí tølini fyri lundastovnin eru ikki bara álvarsom, tey eru hættislig.

Tveir teir undanfarnu landsstýrismenninir við ábyrgd av fuglaveiðulógini, hava sagt seg vera til reiðar, at seta veiðubann fyri lunda, so leingi støðan er so hættislig. Í september varð “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu”, lagt fyri Løgtingið, og skuldi geva landsstýrismanninum kunngerðarheimild at “áseta reglur um at lýsa friðing av ávísum fugli í eitt ávíst tíðarskeið, um stovnurin er illa fyri.” Málið fall burtur, tá val varð útskrivað.

Støðan hættislig
Í nøkur ár hevur verið greitt, at lundastovnurin er í stórari afturgongd. Tað er ikki fleygingin, sum er orsøk til stóru minkingina. Men, tá eingin tilgongd er, er hvør veiddur fuglur við til at minka um stovnin.

Sambært fuglafrøðingum er eingin lundi komin undan seinastu mongu árini – eini 7 ár, verður mett. Hetta merkir, at stovnurin stútt og støðugt minkar. Ein av fremstu lundaserfrøðingum hevur gjørt stovnsmetingar á Røst i Noregi. Her eru forsøgnirnar, at lundastovnurin kann minka so skjótt sum við 7% um árið (sí mynd hjá Dr. Tycho Anker-Nilssen niðast).

Eisini vísir íslendsk kanning (Helgason 2012), at á Vestmannaoyggjum er deyðstíttleikin 12,7%. Hetta er beinleiðis orsøkin til, at íslendska umhvørvismálaráðið hevur lagt fram uppskot um at friða lunda og annan svartfugl í fimm ár. Eisini bretar og norðmenn hava sett bann fyri lundaveiðu.

Sambært føroysku frágreiðingini við veiðihagtølum, sum Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen hava gjørt, so vórðu einans 339 lundar vórðu veiddir í 2010. Og veiðitølini fyri lunda eru sera nógv fallin seinastu árini. Ár 2000 var eitt lutfalsliga gott ár fyri lundaveiðu, tá út við 100.000 lundar vórðu fleygaðir. Fara vit aftur í tíðina til 1940 lá veiðan oman fyri 150.000 lundar og í ár 1900 oman fyri 200.000 lundar.

Veiðitølini benda á, at afturgongdin í lundastovninum er farin fram yvir mong áratíggju. Men, seinastu árini tykist gongdin skeiva vegin at ganga óhugnaliga skjótt. Og sera fáar pisur koma undan. Tí er neyðugt at nýta øll tøk amboð at verja lundastovnin.

Føðitrot trupulleikin
Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen siga í frágreiðingini:“Hóast lundaveiðan hevur verið sera stór, so er tað ikki veiðan, sum er orsøkin til ta stóru minkingina seinastu 8 árini. Hendan minkingin er orsakað av føðitroti. Nú lundastovnurin er so illa fyri, og fáar pisur eru komnar undan í nógv ár, er tó neyðugt at avmarka veiðuna tey komandi árini, tí tað kunnu skjótt koma ár, har meira føði verður, og nógvur fuglur verður at fleyga, men so verður tað bert búfuglur, ið verður fleygaður, tí ongar pisur eru komnar undan seinastu árini.

Tað verður ofta sagt, at fleygingastongin bert tekur ungfugl, og at sildberar ikki verða
tiknir. Hetta er partvís rætt, men ein onnur kanning hjá okkum vísir, at sjálvt tey
góðu árini um ár 2000 var helvtin av teimum fleygaðu lundunum gamal fuglur (eldri
enn 3 ár), og tey ringu árini var næstan alt gamal fuglur. So sjálvt um sildberar ikki
verða tiknir, so verða kortini nógvir búfuglar tiknir við stong, og tá fáar pisur koma
undan fleiri ár á rað, sum tað er hent hesi seinastu árini, so verður alt gamal fuglur,
sum verður fleygaður fyrstu tíðina. Tað verður tí alneyðugt við eini avmarking ella
friðing, til stovnurin er komin fyri seg aftur.”

Spurningurin verður settur Jákupi Mikkelsen, tí hann varðar av fuglaveiðulógini.

(Dr. Tycho Anker-Nilssen, Senior Research Scientist, NINA, Norwegian Institute for Nature Research.)


Hoyvík 10. Februar 2012

Bjørt Samuelsen
tingkvinna