Fyrispurningur til heilsumálaráðharran viðvíkjandi solarium

8 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Hví bleiv uppskotið um solariuforboð til øll undir 18 ár ikki borið í Løgtingið í heyst – sum ætlanin var ?

Verður bannað at hava ómannaðar sólmiðstøðir?

Nær væntar landsstýrismaðurin, at solariuforboð til ung undir 18 ár gerst veruleiki?

Fyri góðum ári síðani flokkaði heimsheilsufelagsskapurin WHO nýtslu av solarium í sama vandabólk sum tubbaksroyking og asbest.


Prógvað er, at nýtsla av solarium økir markant um vandan fyri húðkrabbameini og móðurmerkjakrabbameini. Húðin verður ávirkað av skaðiligu ultraviolettu strálunum, sum eru í sól og solarium.


Vit kunnu fegnast um, at tey ungu nú taka minni sól, enn fyri trimum árum síðani – sambært Gallupkanning.

Fleiri lond hava lógarfest 18 ára aldursmark fyri nýtslu av solarium. Føroyska krabbameinsfelagið mælir til 18 ára aldursmark, og til at solariu skulu verða mannað, fyri at halda hetta forboð. Forboðið var eitt av tilmælunum í krabbameinsætlanini, sum var handað landsstýrismanninum í heilsumálum farna ár. Krabbameinsætlanin var til aðalorðaskifti í tinginum farnu tingsetu.

Kortini hevur landsstýrismaðurin framvegis ikki lagt nakað uppskot fyri tingið um solariuforboð til ung undir 18 ár. Hann hevur nú boðað frá, at uppskotið ikki verður lagt fyri tingið í 2010. Harmiligt, tí sambært løglistanum skuldi uppskotið leggjast fyri tingið í heyst. Og sum er hava vit ongan politikk á økinum. Slíkt lógaruppskot hevði, enntá uttan kostna, fyribyrgt fleiri húð – og krabbameinstilburðum.

Spyrjarin vil tí fegin hava at vita, hví tíðarætlanin er vorðin broytt, nær gildiskoman væntandi verður og um tað verður bannað at hava ómannaðar sólmiðstøðir.

Bergtóra H Joensen