Øll børn í Føroyum krav uppá at verða javnsett og sleppa at ganga í skúla hvønn dag. Tí kann tað ikki góðtakast, at skúlabørn, við serligum avbjóðingum, ikki fáa undirvísing, eins og onnur børn, nú verkfall er.
Samfelagið Føroyar fer inn í fjórðu vikuna, har Pedagogfelagið er í verkfalli. Foreldur sleppa ikki til arbeiðis, børn við serligum avbjóðingum, mugu vera heima og samfelagshjólini mala alsamt spakuligari, nakað, sum kostar nógv fyri okkara búskap. Nær heldur løgmaður tíðina verða búnað, at leggja trýst á sínar landsstýrismenn, fyri at fáa loyst hesar sera átrokandi trupulleikarnar, sum kosta samfelagnum ógvuliga nógv
Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum, viðvíkjandi undirvísing til øll børn
1. Er tað í tráð við fólkaskúlalógina, at summi børn ikki sleppa í skúla, nú Pedagogfelagið er í verkfalli?
2. Hava øll børn í Føroyum krav uppá at verða javnsett og sleppa at ganga í skúla hvønn dag?
3. Ætlar landsstýrismaðurin, at seta nakað bráðfeingistilboð í verk, so børn við serligum tørvi, sum í løtuni ikki sleppa í skúla, fáa undirvísing kortini?
Viðmerkingar:
Farið verður nú inn í 4. vikuna við verkfalli hjá pedagogunum. Hetta rakar stóran part av samfelagnum, og mangar familjur við børnum. Men, ein bólkur er, sum verður serliga meint raktur. Tað eru børn, við serligum avbjóðingum, sum í fleiri førum ikki sleppa í skúla og ikki fáa undirvísing.
Øll børn í okkara samfelagið hava rætt til skúlagongd. Eitt framkomið samfelag eigur ikki at góðtaka, at nøkur børn í so langa tíð, standa uttan undirvísingartilboð.
Javni, sum er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra, hevur millum annað víst á at:
“Uppaftur verri er ójavnin, tá talan er um børn í skúlaaldri. Meðan fullfør børn í skúlaaldri sleppa í skúla sum vanligt, verða børn við serligum tørvi í mongum førum biðin um at vera heima, meðan námsfrøðingarnir eru í verkfalli. Tað er eisini eitt sera ódámligt signal, skúlaverkið við hesum sendir, har næmingarnir verða býttir sundur í fyrsta floks borgarar, ið sleppa í skúla, og annan floks borgarar, ið ikki kunnu sleppa í skúla. At børn við serligum tørvi skulu vera heima frá skúla, meðan verkfall er, rakar sjálvsagt foreldrini, sum hava sama tørv og somu skyldur sum onnur foreldur at røkja sítt arbeiði.
Tað er himmalrópandi mismunur og grovt brot á mannarættindasáttmála, ið Føroyar hava bundið seg til, at summi børn sleppa í skúla og onnur ikki. Kunnu ikki øll børn sleppa í skúla, so má eitt minsta krav vera, at tað ikki rakar tey somu børnini hvønn dag. Tey kundu skiftst um at verið heima. “
Frá týsdegnum 21. februar herðir Pedagogfelagið átøkini, og øll undantøk, sum eru givin í verkfallinum, verða tikin aftur. Hetta fer at raka tey, sum eru ringast fyri, allar meinast.
Støðan er ikki haldbar, og vónandi hevur landsstýrismaðurin eitt boð uppá loysn alt fyri eitt, so øll skúlabørn í Føroyum fáa lógarásetta undirvísing.
Á Løgtingi 20. februar 2012
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, viðvíkjandi samfelagsligum avleiðingum av drúgva pedagogverkfallinum
1. Metir løgmaður, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, handfer samráðingarnar við Pedagogfelagið nóg væl, nú farið verður inn í 4. vikuna við verkfalli?
2. Heldur løgmaður tað vera nøktandi, at summi børn onga skúlagongd fáa, nú verkfall er?
3. Ætlar løgmaður at taka nøkur stig fyri at fáa trupulleikarnar loystar?
Viðmerkingar:
Samfelagið Føroyar fer nú inn í fjórðu vikuna, har stóri yrkisbólkurin, Pedagogfelagið, er í verkfalli. Foreldur sleppa ikki til arbeiðis, børn við serligum avbjóðingum mugu vera heima og samfelagshjólini mala alsamt spakuligari, nakað, sum í longdini kostar búskapinum dýrt.
Púra óneyðugt verður stórur partur av samfelagnum lagdur lamin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tykist ógvuliga trekur at samráðast við Pedagogfelagið, og tá tað loksins í vikuni var samband millum partarnar, hevði landsstýrismaðurin ikki nakra veruliga loysn við til samráðingarborðið.
Onnur fakfeløg vísa sín holla stuðul, og strika við hesum undir, at tey meta krøvini hjá Pedagogfelagnum vera bæði røtt og rímilig.
Kommunala arbeiðsgevarafelagið - sum varar av nógv flestu arbeiðsplássunum innan pedagogiska økið - sigur seg vera til reiðar at finna eina loysn. Og krúllan tykist ikki trupul at greiða, um ein veruligur vilji er til tess.
Ósemjan millum partarnar er alt ov lítið til, at tað kann forsvarast, at samfelagið í stóran mun verður lagt lamið.
Og í einum framkomnum samfelag kann tað ikki á nakran hátt verjast, at nøkur skúlabørn – tey við serstøkum avbjóðingum – ikki fáa nakra skúlagongd í so langa tíð.
Spurningarnir verða settir til tess at fáa fram, hvørt løgmaður heldur tíðina verða búnað, at leggja trýst á sínar landsstýrismenn, at fáa loyst hesar sera átrokandi trupulleikarnar, sum kosta samfelagnum ógvuliga nógv.
Á Løgtingi 20. februar 2012
Bjørt Samuelsen
Løgtingskvinna

