Munnligir fyrispurningar mikudagin 2. desembur 2009.
Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í skúlamálum viðvíkjandi orkufrálæru
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í mun til at víðka námsætlanirnar á føroysku skúlunum til at fevna um orku og umhvørvi?
2. Verður ein ætlan gjørd fyri øll aldursstig í fólka- og miðnámsskúla?
3. Nær verður farið undir eina møguliga “orkuvíðkaða” námsætlan á skúlunum?
Viðmerkingar
Føroyar seta sær fyri at minka útlátið av CO2 við í minsta lagi 20 % hetta fram til 2020. Sum partur av hesi ætlan skal orkunýtslan á landi minka sera nógv, tí málið er, at oljunýtslan til hiting av húsum v.m. skal niður í eina helvt. Lítil ivi man vera um, at orkumedvitið og motivasjónin hjá borgarunum hevur sera stóran týdning í mun til at røkka hesum endamáli.
Tað ein sum ungur nemur, ein sum eldri fremur. Frálæra til børnini frá minstu flokkum og til elstu flokkar kann fáa stóra ávirkan á, hvussu skjótt vit sum land kunnu røkka settum málum.
Á Løgtingi, tann 30. november 2009
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu við skúla- og kirkjumálum viðvíkjandi orkunýtslu í skúlum og kirkjum
1. Verða yvirlit gjørd yvir orkunýtsluna hjá skúlum og kirkjum í Føroyum?
2. Er nøkur yvirskipað ætlan gjørd fyri orkusparing og orkunýtslu fyri føroysku skúlarnar og kirkjurnar?
3. Hevur Mentamálaráðið gjørt metingar av, hvussu nógva olju, og harvið CO2-útlát, kann sparast í okkara skúlum og kirkjum?
4. Hevur landsstýriskvinnan umhugsað nakrar “gularøtur” til tess at eggja til orkumedvit og orkusparing í skúlum og kirkjum?
Viðmerkingar
Føroyar seta sær fyri at minka útlátið av CO2 við í minsta lagi 20 % hetta fram til 2020. Vit innflyta í løtuni fyri á leið 1 milliard í olju, og lítil ivi er um, at hækkandi oljuprísir í framtíðini fara at verða ein ovurtung útreiðslukonta hjá landinum.
Landsverk umsitur allar bygningar hjá landinum, men tað er landsstýriskvinnan í skúla- og kirkjumálum, sum hevur evstu ábyrgd av skúla og kirkju. At røkka settum málum, er neyðugt, at øll landsstýrisfólk gera miðvís átøk hvør á sínum øki.
Undirritaða hevur áður sett landsstýriskvinnuni spurning í sambandi við varandi orku til nýbygging – nevniliga miðnámsskúladepilin í Marknagili. At knýta varandi orkuskipanir til verandi skúlar og kirkjur er sjálvandi átak, sum til ber at fara undir beinanvegin (sama er galdandi fyri ítróttahallir og barnagarðar, sum tó eru ein kommunal ábyrgd). Samstundis kann nógv gerast fyri at spara orku. Frætt hevur verið um skúlar og einstaka kirkju, sum hava sett orkusparingarátøk í verk – til dømis skúlin í Vestmanna og kirkjan í Leirvík. Hesi átøk tykjast tó fyrst og fremst at spretta frá lokalum eldsálum, men ikki byggja á yvirskipaðar ætlanir frá myndugleikanum.
Lítil ivi er um, at ein miðvís ætlan fyri orkusparing, sum eitt nú fevnir um atburð, bjálving og orkuveiting frá til dømis hitapumpum, jarðhita og/ella sólkyknum, kann spara túsundtals litrar av olju.
Á Løgtingi, tann 30. november 2009
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum viðvíkjandi undirvísingartilboðum til útlendingar
1. Hvørjar møguleikar hevur ein útlendingur, sum flytur til Føroya, at læra seg føroyskt?
2. Heldur landsstýriskvinnan undirvísingarútboðið til útlendingar vera nøktandi?
Viðmerkingar:
Ein fyritreyt fyri at trívast í nýggjum heimlandi er, at ein skilir málið, sum tosað verður. Um møguleikarnir hjá útlendingum at læra seg føroyskt eru avmarkaðir, kann hetta gera tað trupult hjá persóni, sum av ymiskum orsøkum hevur valt Føroyar sum heimland, at fella til. Dugir tú ikki málið, hevur tú eisini verri trupulleikar at fáa góð størv, at luttaka í samfelagskjakinum og í heila tikið at integrerast í samfelagið.
Føroyingar ferðast í stórum tali út í heim at nema sær útbúgving og/ella arbeiða. Heilt nógvir føroyingar finna sær útlendskan maka. Møguleikarnir at læra føroyska málið kann vera avgerandi fyri, hvørt tey velja at liva og búgva í Føroyum.
Á Løgtingi, tann 30. november 2009
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í útlendingamálum viðvíkjandi hjálp og vegleiðing til tilflytarar
1. Hvagar vendir ein útlendingur, sum hevur trupulleikar, sær til?
2. Hvussu tryggjar Innlendismálaráðið sær, at útlendingarnir vita, hvar neyðug hjálp og vegleiðing er at finna?
3. Verður nøkur kunning latin útlendingunum, sum búseta seg her, um hvørjar møguleikar fyri hjálp og vegleiðing tey hava?
4. Hvar finna útlendingar vegleiðing um síni rættindi á egnum máli?
Viðmerkingar
Nógvir útlendingar búgva í Føroyum, til gleði og gagns fyri samfelagið. Í summum førum er talan um útlendingar, sum flyta higar fyri at arbeiða, ímeðan onnur velja Føroyar sum heimland, tí tey eru gift føroyingi.
Útlendingamál er framvegis danskt málsøki, og føroyska Útlendingastovan hevur sostatt bert uppgávuna at ummæla umsóknir frá útlendingum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Harumframt hevur Útlendingastovan uppgávuna at “ vegleiða um viðurskifti hjá útlendingum í Føroyum”. Júst hvat liggur í hesum seinasta, tykist ógreitt. Útlendingastovan hevur sera avmarkaða arbeiðsorku – umframt stjóran, er bert ein málsviðgeri og eitt skrivstovufólk.
Á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni eru upplýsingar at finna á føroyskum og enskum um viðurskifti í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsumsóknir. Til ber ikki at finna aðrar upplýsingar á øðrum tungumálum.
At flyta til eitt fremmant land við fremmandum máli er aloftast ein stór avbjóðing. Um ein fær trupulleika av einumhvørjum slagi, kann tað vera trupult at finna fram til røttu hjálpina – bæði vegna málsligar forðingar, men eisini um ein ikki veit, hvar ein skal venda sær. Hetta kann seta borgarar við útlendskum uppruna í eina sera trupla støðu í Føroyum.
Á Løgtingi, tann 30. november 2009
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um altjóða sáttmálar at verja náttúru og djórasløg
1. Hvat gera landsstýrið til tess at Føroyar livir upp til altjóða sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi?
2. Hvat gera landsstýrið til tess at Føroyar livir upp til RAMSAR-sáttmálan, sum ásetur, at vit skulu verja vátlendi, sum hava týdning fyri fugl?
3. Hvat gera landsstýrið til tess at Føroyar livir upp til AEWA-sáttmálan um at verja ferðafugl?
Viðmerkingar
Føroyar hava bundið seg til fleiri altjóða sáttmálar viðvíkjandi verju av náttúruni og djórasløgum. Seinastu árini hevur javnan verið at frætt, at ymisk fuglasløg eru hótt.
Ein sonevndur reyðlisti er gjørdur yvir viðbrekin og hótt djóra og plantusløg. Tað er rár hending at tað frættist um átøk frá myndugleikans síðu.
Í grein í vikuni setir náttúruserfrøðingur spurnartekin við, hvørt náttúran verður vard av avvarðandi myndugleika. Spurningarnir verða settir til tess at fáa fram, hvat Innlendismálaráðið ger til tess at Føroyar liva upp til omanfyrinevndu sáttmálar.
Á Løgtingi, tann 1. desember 2009
Bjørt Samuelsen

