Fyrispurningar um hækkaðan blokkstuðul og um giktaviðgerð

29 November 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, um umbøn hansara at hækka blokkin

- Kann løgmaður upplýsa, hvørji ynski hann hevur sent donsku stjórnini, í sambandi við ætlanir løgmans og landsstýrisins at hækka blokkstuðulin?


- Hví vil løgmaður ikki geva almenninginum innlit í umbøn hansara til donsku stjórnina?

Viðmerkingar
Løgmaður hevur heitt á donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin. Sum skilst er talan um at hækka stuðulin við afturvirkandi kraft, heilt aftur til 2001, tá avgerð varð tikin um at minka ríkisveitingina frá 2002 at rokna, og at hendan ikki longur skuldi prístalsviðgerast.


Avtalan ímillum donsku stjórnina og landsstýrið hevur verið staðfest á hvørju ári síðani 2001. Men nú er ætlanin sum skilst ikki bert at prístalsviðgera blokkin, men hækka hann munandi – fær landsstýrið sín vilja.


Hetta er eitt greitt brot á eina greiða felags politiska kós ímóti búskaparligum sjálvbjargni, sum allir flokkar hava tikið undir við í mong ár. Og sum eisini varð staðfest tá 6 av 7 floksformonnum í valstríðnum greitt søgdu seg vera ímóti at tiðna blokkin.


Hóast talan er um mál, sum er av alstórum almennum áhuga og týdningi fyri okkara búskap og okkara framtíð, so ynskir løgmaður ikki at geva innlit í umbønina, hann sum skilst hevur sent donsku stjórnini. Løgmansskrivstovan vísir til §2 í lógini um alment innlit, sum gevur rætt til at halda aftur upplýsingum, sum hava við lóggávumál at gera, inntil málið er komið fyri Løgtingið.


Men, í farnu viku legði Bjarne Corydon, danskur fíggjarmálaráðharri, fram lógaruppskot um ríkisveitingina fyri Føroyar fyri 2012. Málið um ríkisveitingina er sostatt longu komið í Fólkatingið.


Á Løgtingi 28. novembur 2011
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Fyrispurning til Karsten Hansen , landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi viðgerð av giktasjúklingum

- Hvat fer heilsumálaráðharrin at gera fyri at tryggja nøktandi viðgerð til giktasjúk?


- Nær kunnu sjúklingarnir vænta, at ein loysn fyriliggur, sum tryggjar, at støðið á viðgerðini ikki lækkar?

Viðmerkingar:
Í fjølmiðlunum er komið fram, at serlækni í gikt hevur sagt starvið á Landssjúkrahúsinum frá sær, millum annað orsakað av ikki nøktandi arbeiðsumstøðum.


Sum skilst er bíðitíðin til viðgerð blivin stytt heilt munandi, síðani viðkomandi lækni fór at virka í privatari vitalu afturat almenna starvinum. Og sambært tí, sum er komið fram, hava sjúklingarnir verið sera væl nøgdir við fakliga støðið á viðgerðini. Stórur ótti er nú ímillum giktsjúk fyri, at støðið á viðgerðini fer at lækka, um vent verður aftur til skipan við skiftandi konsulentum, sum koma hendan vegin av og á, heldur enn fastari serfrøði á sjúkrahúsinum.


Einhvør ósemja tykist liggja ímillum almennu myndugleikarnar og serlæknan, við tað at tað eyðsýnt ikki hevur borið til finna eina semju, sum báðir partar kunnu liva við.


Hetta rakar tey mongu, sum hava gikt, og hvørs lívsgóðska er beinleiðis tengd at góðari, tryggari og álítandi viðgerð.

Á Løgtingi 28. novembur 2011
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna