Skráin er:
• Sálmurin “Givnir eru einglar góðir” verður sungin.
• Gunnhild Dahl Niclasen, lesandi, flytir fram røðu.
• Carl Jóhan W. Jensen, rithøvundur, ber fram yrkingar.
• Kári á Rógvu, løgtingsmaður, flytir fram røðu.
• Lív Næs og Niels Midjord syngja og spæla.
• Annika Olsen, landsstýriskvinna, flytir fram røðu.
• Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, flytir fram røðu.
• Tjóðsangurin verður sungin.
Møguleiki er fyri at síggja fornminnini í hesi søguligu bygd, og húsini hjá Gøtu Fornminnisfelag vera opin undir og eftir fólkafundin.
Vegna fyrireikararnar
Jóanes Johannesen (226761)

