Frágreiðing frá Norðoya Tjóðveldisfelag

22 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Leiðslan í Tjóðveldi heitti fyrst í september í fjør á økisfeløgini um at hava 1. uppstillingarfund til komandi løgtingsval tann 14. september, og vóru tað fleiri feløg, ið fylgdu áheitanini, har ímillum Norðoya Tjóðveldisfelag.


Norðoya Tjóðveldisfelag lýsti so henda fundin í Kringvarpinum á middegi dagin fyri, tann 13. september.


Áðrenn uppstillingarfundin hevði felagið almennan fund, har Zacharias Wang greiddi frá bók síni, Fólkaatkvøðan 14. september 1946, ið var útkomin nakrar mánaðir frammanundan.


Á hesum uppstillingarfundi var nakað av fólki uppmøtt, og fekk felagið tá játtan frá seks fólkum, ið vildu stilla upp fyri flokkin. Haraftrat varð eisini heitt á nevndina um at spyrja seg fyri hjá trimum fólkum, ið hjáverandi limir kundu hugsað sær at fingið á listan.


Áðrenn 2. uppstillingarfundur skuldi verða, sendi felagið bræv út til allar limirnar, har boðað varð hvar og nær uppstillingarfundurin skuldi verða.


Hetta brævið varð sent út hósdagin 24. og fríggjadagin 25. februar, so allir teir meira enn 200 limirnir skuldu fáa boðini áðrenn uppstillingarfundin týsdagin 1. mars.


Á hesum uppstillingarfundi, har 23 limir vóru á fundi, gjørdist greitt, at tað vóru sjey fólk, ið vildu stilla upp vegna Norðoya Tjóðveldisfelag.


Tí varð neyðugt við atkvøðugreiðslu, tá felagnum bert varð tillutað eitt tal uppá fimm.


Atkvøtt varð síðani við seðlum, har fimm nøvn vórðu skrivað á hvønn seðil. Aftaná at alt var upptalt, vórðu so tey fimm, ið høvdu fingið flest atkvøður, komin uppá listan.

Sostatt gjørdust tað tvey fólk, sum ikki komu uppá listan, og var okkara tinglimur ígjøgnum meira enn 20 ár, Heini O. Heinesen, ein teirra.


Á hesum fundinum varð boðað frá, at 3og seinasti uppstillingarfundur, varð ásettur at verða aftaná aðalfundin 15. mars.


Áðrenn 3. uppstillingarfund 15. mars varð hesin kunngjørdur í Kringvarpinum eftir tíðindini, bæði dagin fyri tann 14. og sama dagin, sum fundurin skuldi verða.


Til henda fundin vóru møttir 39 limir.


Spurningur varð tikin upp, um úrslitið frá 2. uppstillingarfundi skuldi verða tað endaliga, ella vit skuldu hava atkvøðugreiðslu umaftur.


Við stórum meiriluta varð avgjørt at hava eina nýggja atkvøðugreiðslu.
Atkvøtt varð síðani á sama hátt sum á 2. uppstillingarfundi, og gjørdist úrslitið tað, sum felagið kunngjørdi í fjølmiðlunum seinasta fríggjadag, eftir at úrslitið varð kunnað aðalstjórnini í Tjóðveldinum dagin fyri.
Eisini við hesa atkvøðugreiðsluna gjørdist Heini O. Heinesen ov stuttur, og kom hann sostatt ikki á listan á teimum tveimum atkvøðugreiðslunum á 2. og 3. uppstillingarfundi.


Við hesum vil Norðoya Tjóðveldisfelag vísa á, at felagið á ongan hátt hevur lagt forðingar fyri at fáa Heina O. Heinesen á listan, men harafturímóti royndi, við at hava atkvøðugreiðsluna umaftur á 3. uppstillingarfundi, at geva Heina O. Heinesen ein møguleika at verða valdur.


Tíverri fyri Heina O. Heinesen, ið annars heitti á sínar stuðlar um at møta upp, so vóru teir ikki har, tá ið á stóð, og hann hevði brúk fyri teimum.


Tað mugu vit bert harmast um.


Uppstillingin hjá Tjóðveldinum er ikki liðug enn, tí øll hini økisfeløgini skulu eisini finna síni valevni, og haraftrat skal Unga Tjóðveldi finna tvey valevni, so tað verða 43 tilsamans.


Hvussu verður við politiska lívinum hjá Heina O. Heinesen vita vit ikki, men vilja vit frá nevndini ynskja honum alt tað besta í politiska arbeiðinum í framtíðini, og takka honum fyri tey avrik, ið hann higartil hevur megnað politiskt, bæði fyri flokkin, Norðoyggjar og fyri landið alt.


Klaksvík, tann 22. mars 2011

vegna nevndina í
Norðoya Tjóðveldisfelag

Jógvan Ravnsfjall
formaður