Frælst fólk í frælsum landi

30 December 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Dagførdu stevnumiðini hjá Tjóðveldi løgd fram

Tjóðveldi hevur sína upprunaligu stevnu, sum ikki verður broytt. Meðan stevnumiðini eru ítøkiligi politikkurin fyri, hvussu tjóðveldisstevnan skal útinnast í dagsins samfelag.

Í arbeiðinum hevur flokkurin tikið neyvt støðið í upprunastevnuni og havt sum mál at leita aftur til røturnar. Og burtur úr tí eru nýggir kvistar sprotnir, sum byggja á røturnar og grasrøturnar í tjóðveldisrørsluni.

Talan er um tey mest umfatandi stevnumiðini hjá Tjóðveldi nakrantíð. Politikkur og visjónir eru orðað fyri alt frá fullveldispolitikki til búskaparpolitikk, vinnupolitikk, sosial-, heilsu-og vælferðarpolitikki, útbúgving, mentan og list, orku- og umhvørvi, økismenning og útoyggjar, uttanríksipolitikk, eldrapolitikk, ungdómspolitikk, javnstøðupolitikk, ítróttarpolitikk og so framvegis.

Sostatt ber til hjá øllum at kunna seg við hugsjón, sjónarmið og ætlanir floksins á øllum samfelagsøkjum

Tak stevnumiðini niður her !