Fráboðan frá Aðalstjórn Tjóðveldis

2 September 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan



Ongantíð fyrr eru virði floksins, sum orðað vóru í 46, at Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum so viðkomandi, sum nú. Fremsta mál var og er framvegis, at Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk statt frammíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldir.

Tjóðveldi vil í dag eins og í 46, at Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum. Tað verður at menna fólkið og vekja ans tess og áhuga fyri landsviðurskiftum og landsmálum.

Ásannandi at støðan er óvirðilig í dag, har politikarar renna ørindi fyri og avreiða landsins ognir til fremmand kapitalistisk áhugamál, heitir Aðalstjórnin á politisku leiðslu landsins um at virða og virka fyri hesum landi og ognum tess. Vit krevja opinleika kring alla lóggávu landsins, og at serkunnleiki og demokratisk virði verða vird í øllum arbeiði.

Aðalstjórn Tjóðveldis
Óluva Klettskarð, aðalstjórnarforkvinna