Tjóðveldi heldur floksting í Sandavági, fríggjadagin 28. og leygardagin 29. mars í SÍF húsinum.
Árligu flokstingini hjá Tjóðveldi verða hildin eftir tørni í teimum sjey økjunum í landinum. Í fjør var flokstingið í Havn, og í ár er Vága Tjóðveldisfelag vertur.
Høvuðsevnið á tinginum verður at vísa á, at Tjóðveldi hevur greið boð upp á øll samfelagsviðurskifti, og hvussu vit fáa árræði og dirvið aftur millum fólk í Føroyum, og ikki minst hvørji stig skulu takast fyri at fáa fólk at støðast í Føroyum og at flyta heim aftur.
Fríggjakvøldið verður m.a. val av starvsnevnd og aðalstjórn á skránni, umframt viðgerð av innkomnum uppskotum frá limum og feløgum floksins. Sitandi aðalstjórnarforkvinna hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur, og tí skal nýggjur aðalstjórnarformaður veljast. Eisini skal starvsnevndarlimur veljast í staðin fyri Tórbjørn Jacobsen; umframt hetta eru onnur uppskot um at broyta orðingar í stevnu floksins og uppskot um ætlan fyri altjóða samstarvi.
Greið og gylt mál aftur á dagskránna
Í formansrøðu síni leygardagin fer Høgni Hoydal, floksformaður at viðgera evnið fólkaræði ella fámannaveldi í Føroyum.
Hann fer at leggja fram ætlanir floksins, sum skulu steðga verandi gongd í landinum og at vísa á, hvørjar ætlanir Tjóðveldi hevur, sum skulu forða fyri, at vit halda fram í verandi støðu og enda sum fámannaveldi – heldur enn at seta okkum greið og gylt mál. Tí er boðskapurin greiður, tá ið Tjóðveldi tekur við landsins leiðslu, har eitt av aðalmálunum verður at flyta Føroyar úr fámannaveldi til tjóðveldi.
Tjóðveldi merkir fólkaræði, og floksformaðurin vil eisini í formansrøðu síni koma inn á, hvussu fólkaræði hevur tað í dagsins samfelag við sitandi stjórn.
Hann fer at leggja fram visjónirnar og ítøkiligu ætlanirnar hjá Tjóðveldi fyri at betra livikorini og lækka kostnaðarstøðið hjá tí vanliga húsarhaldinum, at seta fíggjarstovnunum krøv, at fáa vend í búskapin og gera okkum óheft av blokkinum, at fremja ein nýggjan og kappingarføran vinnupolitikk, at venda fráflytingini, at gera íløgur í útbúgving og mentan, at leggja um til varandi orku – og at skapa álit, lóg og landaskil í Føroyum.
Síðani verður orðið frítt um formansrøðuna og politisku støðuna og ætlanirnar sum heild.
Gestarøðarar úr Íslandi
Seinnapartin leygardagin eru gestirrøður á skránni, tá ið Katrín Jakobsdóttir forkvinna í Vinstri-Grænu í Íslandi og fyrrverandi mentamálaráðharri og Steingrímur J. Sigfússon altingsmaður og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri í Íslandi fara at røða
Eftir hetta heldur orðaskiftið fram. Flokstingið endar við samtyktum um politisku leiðina og átøkini. Og um kvøldið verður veitsla, har øll tjóðveldihugað er vælkomin.
Flokstingið er opið fyri fjølmiðlum og fyri almenninginum. Allir limir hava talurætt og uppskotsrætt, og til ber at tekna seg sum lim á staðnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tjóðveldi

