Frá Facebook til fólkaræði

28 January 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Mikudagin 29. januar kl. 19.30 skipa Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið fyri einum spennandi tiltakið í Miðlahúsinum, sum kallast "Frá facebook til fólkaræði." Hetta kvøldið seta vit kikarin á aldursbólkin 20-40 ár, sum búgva í Føroyum og lata hendan bólk koma til orðanna. Vit fara at kjakast um, hvat kann gerast fyri at fáa fólk undir 40 meir aktiv í samfelagskjakinum. Allir aldursbólkar eru tó hjartaliga vælkomnir!

Vit byrja við at hoyra stutta framløgu frá stjórnmálafrøðingi um fólkaræði. Síðani koma sjey ymisk fólk ml. 20-40 ár stutt at siga nøkur orð um hvørji tey eru, hví tey hava valt Føroyar og teirra hugsan um hvussu tey kunna fáa størri ávirkan á samfelagið. Onkur kreativ innsløg verða millum framløgurnar og at enda fáa vit eitt gott kjak frá væl uppløgdum pallborðsluttakaranum og eldhugaðum áhoyrarum. Til síðst bjóða vit okkurt leskiligt.

Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt og skráin er hendan:

19.30: Fyriskipararnir bjóða vælkomin.


19.40: Hallbera West hevur framløgu um fólkaræði


19.50: 4 stutt innlegg (Hergeir Eldevig. Gvøðny Gunnarson, Hannes Lesch og Janus Brix Kamban)

20.10: Kreativt innslag - Baroli Music siga frá teirra søgu

20.20: 3 stutt innlegg (Petur Háberg, Nina Brockie og Sóley H. Hammer)

20.40: Kreativt innslag - Gutti Winther og Pætur M Dahl siga frá Spískamarinum

20.50: Pallborð/kjak: Regin Berg, Eyðna Skaale, Tjóðhild Patursson, Heri á Rógvi, Òlavur í Geil Guttesen

Uml. kl. 21.15 er formlig skrá liðug og Gutti og Okkara bjóða okkurt til góman.

Vit senda tiltakið beinleiðis á Rás2 (Rás2 hoyrist eisini á netinum, streamað á in.fo). Alt tiltakið verður somuleiðis lagt út á in.fo aftaná

Fyriskiparar:
Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldi
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag