Tað kom fram í dag, tá ráðharrin var kallaður í samráð í Føroyanevndini fyri at umrøða lógaruppskot hjá Norðuratlantsbólkinum, um at geva føroysku og grønlendsku myndugleikunum økt innlit í fíggjarliga verksemið – á jøvnum føti við donsku myndugleikarnar.
“Samráðið ruddaði ymsar misskiljingar av vegnum og staðfesti, at uppskotið hjá Norðuratlantsbólkinum hevur reitt ból fyri, at tað nú verður framt lógarbroyting, sum gevur føroysku myndugleikunum økt innlit í fíggjarliga virksemið í Føroyum. Harvið hevur Norðuratlantsbólkurin eftir øllum at døma framt sínum endamálið við uppskotinum”, sigur Høgni Hoydal, fólkatingslimur.
Brian Mikkelsen fer at umrøða spurningin um økt innlit til føroyskar myndugleikar á fundi við Aksel V. Johannesen (J), fíggjarmálaráðharra, sum væntandi verður í juni, segði ráðharrin á samráðnum í dag.
Viðmerkingar fáast við at venda sær til Høgna Hoydal á +298 220250

