Orsøkin til broytingina er, at danska arbeiðsmarknaðargjaldið, tað sokallaða AM-gjaldið, ikki longur verður gjørt upp sum eitt sosialt gjald í Danmark, men harafturímóti sum ein skattur. Er ein føroyingur eftir ársskiftið skattskyldugur í Danmark, skal viðkomandi eisini rinda AM-gjald í Danmark.
Høgni Hoydal, fólkatingslimur, hevur tí sett danska skattamálaráðharranum Troels Lund Poulsen (V) soljóðandi spurning:
“Kann ráðharrin greiða frá, hví AM-gjald ikki longur verður roknað sum sosialt gjald, men sum reinur skattur, og metir ráðharrin ikki, at tað er at stilla ein borgara verri enn annan, tá ein føroyingur, sum arbeiðir í Danmark og er búsitandi í Føroyum skal gjalda arbeiðsmarknaðargjald bæði í Danmark og í Føroyum?”
Viðmerkingar kunnu fáast við at venda sær til Høgna Hoydal á tlf. +298 220 250

