Tað var fullsettur salur á ráðstevnuni, sum Tjóðveldi saman við Framsókn og Javnaðarflokkinum skipaði fyri fríggjadagin 2. mars.
Vit vildu lýsa hugtøkini tjóðarogn og ræðisrættindi, fyri at gera øllum greitt, hvat hendir, um Løgtingið (samgongan) letur fólksins ogn og rættindi til nøkur fá. Tá missir Løgtingið – og Føroya fólk – ræðisrættin yvir føroyska fiskatilfeinginum og tá vendist ikki aftur.
Talan er um ovurhonds stór virði - hjá okkum øllum - ella nøkrum fáum. Um Føroya Løgting tekur skeiva avgerð, stendur hvør einstakur av okkum, verandi og komandi ættarlið, til at missa sjálvt tilverugrundarlagið.
Hesin ovurhonds stóri vansi - og møguleikar fyri at fyribyrgja, at tað hendir - varð væl lýst við ítøkiligum dømum og royndum úr okkara grannalondum og í støðuni hjá okkum. Fyrilestrarhaldararnir taldust millum mest virdu fólk á økinum.
Tjóðveldi vónar, at ráðstevnan hevur lagt dygt grundarlag undir einum neyðugum kjaki, sum fær øll at skilja álvaran í støðuni.
Framløgurnar síggjast við at trýsta á leinkjurnar:
Thorvaldur Gylfason: Common property resources are human rights
Ola Flåten : Bærekraftige fiskerier - om økonomi, miljø og fordeling
Jørgen Birk Mortensen : Aftaler og beskatning af den danske olie og gas i Nordsøen
Kári Petersen : Føroyskar royndir við ymsum loyvisskipanum í fiskivinnuni
Ásmund Guðjónsson : Kjakið um ognarrætt og brúksrætt er ikki bara føroyskt

