Fólksins ogn ella

24 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fiskatilfeingið undir Føroyum er ogn Føroya fólks og enn hevur
Løgtingið ræðisrættin yvir tí. Men skulu vit øll framvegis eiga
fiskin í felag, ella skulu vit lata privatum framíhjárætt?

Hetta eru spurningar, sum skulu svarast, áðrenn løgtingið fer at gera
av, hvussu brúksrættindini til fólksins ogn skulu latast.


Vit vilja lýsa hugtakið tjóðarogn og ræðisrættindi, fyri at gera øllum
greitt, hvat hendir um tað skuldi hent, at løgtingið avhendir fólksins
ogn og rættindi til nøkur fá. Tí um tað hendir, missir løgtingið – og
Føroya fólk – ræðisrættin yvir føroyska fiskatilfeinginum og tá
vendist ikki aftur.


Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava í felag sett hugtakið á
dagsskránna, tí hóast ósamd um mangt, eru vit púra samd um, at
fiskatilfeingið í Føroyum er ogn Føroya fólks. Soleiðis skal eisini
verða framyvir, hóast kreftir rógva upp undir, at tær hava ávís
ræðisrættindi.


Talan er um ovurhonds stór virði - hjá okkum øllum - ella nøkrum fáum.
Um Føroya Løgting tekur skeiva avgerð, stendur hvør einstakur av
okkum, verandi og komandi ættarlið, til at missa sjálvt
tilverugrundarlagið.


Til at lýsa hugtakið tjóðarogn og ræðisrættindi, skipa vit fyri
ráðstevnu í Norðurlandahúsinum tann 2. mars. Vit hava fingið millum
mest virdu fólk innan økið at lýsa málið við ítøkiligum dømum og
royndum. Ráðstevnan er almenn og verður skipað við fyrilestrum umframt
spurningum frá áhoyrarum.

Ásmundur Guðjónsson: “Føroyska tilfeingismálið í norðurlendskum høpi”

Jørgen Birk Mortensen: “Aftaler og beskatning af den danske olie og
gas i Nordsøen”

Kári Petersen: “Føroyskar royndir við ymsum loyvisskipanum í fiskivinnuni”

Ola Flåten: “Bærekraftige fiskerier – om økonomi, miljø og fordeling”

Thorvaldur Gylfason: “Common property resources are human rights”