Fólkatingslimir úr Grønlandi og Føroyum vitja í Aalborg og Århus

25 February 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fólkatingsliminir úr Grønlandi og Føroyum, Sofia Rossen (Inuit Ataqatigiit) og Høgni Hoydal (Tjóðveldi) vitja grønlendska húsið í Aalborg hósdagin 25. februar og føroyska húsið (Áarstovu) í Århus 26 februar.

Ætlanin við fundinum er at kunna um virksemið hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, at hitta føroyingar og grønlendingar sum búgva í Aalborg og Århus og har um leiðir, og fáa eitt prát um hvussu tey trívast her niðri. Vónandi fáa tey eisini nøkur góð hugskot til, hvat útisetarnir halda at Norðuratlantsbólkurin átti at arbeitt við á Fólkatingi.

So uttan mun til um fólk vilja ávirka ta Norðuratlantisku dagsskránna á Christiansborg, ella um tey bara eru forvitin, so eru øll vælkomin at leggja leiðina framvið Grønlendska húsið í Aalborg í kvøld kl. 19.30 og Føroyska húsið í Århus í morgin kl. 17.00.

Føroyingar og Grønlendingar í Aalborg og Århus eru sostatt vælkominir til eitt hugnaligt norðurlendskt kvøld og til kjak um aktuell norðurlendsk mál

Fundurin í Aalborg verður hildin hósdagin 25. februar kl. 19:30 í:

Grønlendska húsinum
Umanakvej 25
9210 Aalborg SØ

Fundurin í Århus verður hildin fríggjadagin 26. februar kl. 17:00 í:

Áarstova
Færøforeningen i Århus
Vestergade 48 D
8000 Århus C

Um tað eru spurningar, ber til at seta seg í samband við:

Høgni Høydal: + 298 22 02 50
Sofia Rossen: +45 3337 5400