Fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón at liva av, skulu hava hava hægri pensjón

14 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón at liva av, skulu hava hava hægri pensjón

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin leggja í dag fyri Løgtingið lógarmál, ið hækkar viðbótina til fólkapensjónistar.

Endamálið er, at tryggja fólkapensjónistum, ið bert hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av, eina hækkaða pensjón.

Um 4.500 føroyingar hava so at siga bert fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av.

Hesir støku pensjónistar mugu klára seg fyri góðar 10.000 kr. um mánaðin, áðrenn skatt, og smáar 9.000 kr., áðrenn skatt, um talan er um giftan pensjónist.

Hetta er ein sera lág inntøka í dagsins samfelag. Tí kostnaður fyri býli, olju, mat og klæðir v.m. gerst alsamt hægri, samstundis sum fólkapensjónin als ikki er hækkað samsvarandi.

Hækka viðbótina

Fyri at bøta um støðuna hjá teimum pensjónistum, ið bert hava fólkapensjón at liva av, vilja Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hækka viðbótina til fólkapensjónina.

Í fyrsta umfari verið skotið upp, at hækka viðbótina til fólkapensjónina við 3.000 kr. um árið fyri giftar fólkapensjónistar, og 4.200 kr. um árið fyri stakar fólkapensjónistar.

Fult fíggjað uppskot

Uppskotið verður mett at økja útreiðslur landsins við 17-18 mió. kr. og verður fult fíggjað, so útreiðslur landsins ikki økjast samanlagt.

Hetta verður gjørt partvíst við meirjáttan, sum í forvegin er á játtanini til fólkapensjón (sum samgongan ætlar at taka av játtanini og nýta til onnur endamál) og partvíst við átaki, har eftirlitsparturin hjá TAKS verður styrktur, og inntøkur landsins øktar samsvarandi.

Umframt hetta væntast, at ein hægri viðbót vil økja nýtsluna í samfelagnum, og geva eina avleidda avgjalds- og skattainntøku til landið.

Eitt fet á røttu leið

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ásanna, at neyðugt er at hækka pensjónina enn meira, og ynskja flokkarnir at arbeiða miðvíst fyri hesum, fyri at tryggja, at allir føroyingar fáa virðilig ellisár við fíggjarligari trygd.

Á Løgtingi, 14. november 2013

Vegna Tjóðveldi Vegna Javnaðarflokkin

Kristina Háfoss og Sirið Stenberg Aksel V. Johannsen og Rigmor Dam