Fólk skulu hava óhefta ráðgeving um skuld og lántøku

4 February 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Flokkurin vísir á, at nógv fólk og familjur eru komin í og enn fleiri kunnu koma í skuldarfellur, tá tey taka lán og skuldbinda seg í peningastovnum, handlum og fyritøkum. Og áleikandi fíggjarkreppan og arbeiðsloysi, har onki bendir á, at vanlig fólk fáa nakran rentuskáa, ger trupulleikan uppaftur meira átroðkandi.

Men fólk hava ongan møguleika at leita sær óhefta ráðgeving um at koma burturúr skuldarfellum, og heldur ikki finst nakað eftirlit við teimum lánstilboðum og teirri ráðgeving, ið verða boðin út á marknaðinum av lánsfyritøkum.

Tí vil Tjóðveldi skipa eina óhefta skuldarráðgeving, ið kann veita fólki og familjum ráðgeving, um tey eru komin í skuldarfellur og sum kann ráðgeva um lán og skuld, áðrenn fólk binda seg.

Til tess at gagnnýta umsitingarorku, ið longu finst frammanundan, skjýtur Tjóðveldi upp, at ein slík ráðgeving kann skipast eins og Rættarhjálp Føroya, har sjálvboðin fakfólk veita ráð og at upplýsing og eftirlit við lánstilboðum á peningamarknaðinum verður skipað undir Brúkaraumboðnum.

Uppskotið kann lesast her: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?type=0&caseNormal.id=1610

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal

+298 220 250