Flokstingið 2015 sett

10 April 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Petur í Gong, aðalstjórnarformaður:

Vit eiga øll Føroyar

– Tjóðveldi og visiónir aftur til valdið

Gott kvøld og vælkomin á floksting hjá Tjóðveldi her í skótahúsunum við Løkin. Eini stásilig hús og ein frálíkur karmur um týdningarmikla skótaarbeiðið her í økinum. Eitt hóskandi stað eisini hjá okkum at savnast til ting, tí eins og skótar seta sær sjálvum krøv, gera vit tjóðveldisfólk tað ikki minni. Øll vita nevnliga, sama hvussu ósamd tey kunnu vera við okkum, at vit krevja nakað av okkum sjálvum. At vit standa fyri opinleika og reiðiligheit.

Í eftirhondini nokk so langa tíð hava vit hoyrt úr ymsum krókum, at nú verður nýval; men sum so nógv annað hjá hesi samgongu, er tað ongantíð blivið til nakað. Samgongan hevur ferð eftir ferð set nýtt met í, hvat man kann halda saman um, og skammarkenslan er langtsíðan horvin av politiska gølupallinum. Nakrir upsabrestir hava verið uppímillum, har teatralskir samgongulimir hava smekkað okkurt fagurligt ultimatum á borðið, tó uttan at teirra politisku brøður og systrar hava tímað at givið tí gætur. Tað er sum skip í óveðri, sum ikki tímir at gáa eftir brotunum, og ikki varnast, at antennur, radarar og aðrar navigatiónsgreiðir verða skolaðar omanav, og kósin er hareftir. Men loksins verður tann ideologiski plimmsollarin hjá Kai Leo Johannesen kallaður til lands. Tí nú er valár.

Tað verður eitt val, har Føroyar koma at standa á vegamóti. Skal náttúrutilfeingið gevast til vinir og kenningar, ella skal tað vera undir sivilum ræði? Skulu vit hyggja at, meðan fiskirættindini verða læst inni í teimum feitu bankaboksunum hjá nøkrum fáum, ella skulu tey vera atkomulig fyri øll? Og hvussu? Skulu vit forera fjøll og dalar burtur, ella eru tey ogn Føroya fólks? Er tað skilagott at hava latið bankarnar flyta allar sínar telduskráir niður til Danmarkar, ella áttu vit at tikið tær heim aftur? Hvussu við pensiónsskattingini? Vilja vit hesar pengarnar frá børnum okkara, ella skulu vit geva teir aftur til framtíðina? Hvat við eldraøkinum, og hvussu við tilvitaðu kollsiglingini av kommunusamanleggingini? Og hvussu ber tað til, at tað almenna hevur undirskot í so fantastiska góðum tíðum, har vinnan koyrir við fullari ferð og fullum ordrabókum? Hvar eru allir pengarnir frá einskiljingunum av eitt nú Føroya Banka, Atlantsflogi og Føroya Tele? Og Landsbankin, hvar er hann? Hvar eru rovini av honum?

Ein kundi blivið við at drigið mál fram. Mál, sum ikki byggja land, men sum tvørturímóti bróta land, og sum vit á ongan hátt kunnu taka undir við, tíansheldur stuðla nakað av tí politikki, ið samgongan hevur lagt fyri dagin. Tí lastin á plimmsollaranum hjá Kai Leo Johannesen er skralltóm, og brúgvin er sogin fyri allar visiónir. Tað er sanniliga tíð til broyting í landsins leiðslu.

Týdningurin av at hava virkin og kompetent fólk í øllum liðum í flokkinum

Tað verður tosað nógv um samgongumøguleikar eftir valið, um avskrivingar av flokkum og um fríggjarí. Sjálvur haldi eg, at verandi andstøðusamstarv hevur riggað fyrimyndarliga væl og er ein upplagdur møguleiki at royna. Men hetta avgera vit ikki einsamøll, og tí eiga vit at lata aðrar hurðar standa upp á glopp.
Málið er ikki neyðturviliga at halda áfram við andstøðupolitikkinum, men má sjálvandi vera loysing sum mest. Tí Tjóðveldi er altso ikki bara ein sosialdemokratiskur flokkur afturat í føroyskum politikki, men ein samhaldsfastur loysingarflokkur.

Tað er loysing, ið savnar okkum. Loysing er fortreytin fyri øllum øðrum. Fyri tí góða samfelagnum. Fyri ábyrgd og skilvísi. Tí er tað natúrligt, at loysing skal á breddan, um vit skulu kunna snakka við. Hon er okkara mál og tann besta gávan, vit kunnu geva okkara børnum. Og tað má vera loysingin, ið fyrst og fremst ger av, hvørjum vit samstarva við.

Tí eiga vit beinanvegin at gera til skammar hesar útsøgnirnar hjá ivasomum serfrøðingum um, at loysing verður óviðkomandi í valstríðnum. Tí loysing er ábyrgd, og ábyrgd er altíð viðkomandi. Tað eiga vit at sláa rimmarfast beinanvegin.

At avskriva flokkar er sjáldan skilagott. Kortini hevur hetta verið nýtt við hepni í seinastuni, har Javnaðarflokkurin hevur avskrivað sín diametrala mótsetning, Fólkaflokkin. Vit kundu sjálvandi hermt og avskrivað okkara diametrala flokk, Sambandsflokkin, sum hevur verið garantur fyri førda politikkinum seinastu nógvu árini; men tað skuldi verið óneyðugt at sligið so stórt upp, tað verður tikið sum ein sjálvfylgja.

Eitt, ið hevur ligið mær sera frammarlaga í huga hetta seinasta árið sum aðalstjórnarformaður, hevur verið skapa rúm í flokkinum fyri øllum staðbundnum fatanum. Vit eiga betur at skilja, at veruleikin og gerandisdagurin hjá føroyingum á bygd og í bý kann vera sera ymiskur. Á fleiri plássum liggur tað fólki á hjarta at fáa møguleikan yvirhøvur at kunna skapa sær ein gerandisdag. Altso arbeiðspláss, vinnulív og sovorðið meira hart og kontant, enn vit kanska hugsa so nógv um í stórbýnum.

Tað er tó einki skeivt í, at munurin er so stórur frá bygd til bý, og vit eiga at síggja tað sum eina styrki heldur enn nakað, ið skal manast í jørðina við konsensus og cafe latte. Tað er í lagi, at okkara fólk ikki altíð eru samd um alt og ikki ganga líka høgt upp í tað sama, antin tað er útróður, skerjingar, list, sjúkrahúsleiðslur, heilsurøkt, undirsjóvartunlar, ferjur ella okkurt heilt annað. Lívið er ymiskt frá staði til stað.

Tí eiga eisini okkara økisfeløg og teirra limir at sleppa at fyrihalda seg til tað, sum rørist í júst teirra øki. Sjálvandi við virðing fyri hvørjum øðrum.

Men øll eiga vit at minnast okkara felags stevnu, sum eru einar frælsar og fríar Føroyar. Tað málið er ikki ymiskt frá bygd til bygd, ella frá bygd til bý. Tað málið er tað sama hvønn dag og savnar okkum øll á frælsisleið, har vit sjálvi velja og skapa okkara egnu framtíð. Har vit øll eiga Føroyar.

Eg fari at ynskja okkum øllum eitt gott og gevandi floksting. Her leggja vit lunnar undir okkara strev aftur at vinna skilinum sæti í landsins leiðslu.

Takk fyri.