Loysing - Samhaldsfesti – tilfeingisrøkt - økismenning
Gott fundarfólk, góður suðringar og góðu gestir. Tað kennist væl at standa frammanfyri tykkum, góðum tjóðveldisfólki hiðani úr oynni og úr landinum øllum, og eg gleðist um at fara á fund saman við tykkum her í Suðuroy, har helvtin av mínum blóði stavar.
Saman fara vit at líta aftureftir, inneftir og frameftir
Úr Sumba kenna vit søguna um Sterku Marjun, dóttir Jenis Símunarsonar í Laðangarði. Óførur stimbur var í Marjuni. Hon saksaði alla Keypajørð (tríggjar gyllin), meðan hon gekk við tvíburabørnum. Tá kendi hon annan fótin tyngri á sær, segði hon.
Tey høvdu fyrr til roysnis at bróta sperrur (seyðasperrur). Einaferð, sum tey fingust við at bera tara í Sumba, kom ein seyðasperra, ið send var hagar. Henda sperran, til tjúktar sum ein kálvsperra, var farin víða um Føroyar, men eingin hevði verið førur fyri at bróta hana. Pápin kemur út á bakkan til dóttrina og heldur fyri: “Hygg, Marjun mín! her er ein sperra, sum eg havi funnið.” “Gud fyriláti tygum! Hvat skal eg taka á sperru? Eg eri so útslipað av taranum”. “Forstortus meg! Royn tað kortini!” (Jenis hevði verið í Noreg, og haðan skuldi hann hava orðtakið: Forstortus). Hon tók við sperruni, ballaði hana inn í skjúrtafaldin, setti annan endan í síðuna og annan í lærið, bendi so á og breyt. “Á, Marjun mín! Nú gjørdi tú øllum Føroyalandi fyri skommum.”
Søgan úr Sumba sigur okkum, at styrki er ikki bara soleiðis til skemtunar. Tað er eisini litið okkum tjóðveldisfólki upp í hendur at bróta ein sperrilegg! Nevniliga tann sperrilegg, ið afturhaldssinnað fólk hava hildið okkum bundin at øðrum veldi, og sum tey á ongan hátt ætla at bróta. Søgnin um sterku Marjun vísir okkum, at hetta ber væl til. Taka vit neyðugu tøkini í felag, ganga vit felags stev, so eru vit sterk.
Loysing - Samhaldsfesti – tilfeingisrøkt – økismenning
Hesi, míni kæru tjóðveldisfólk, hesi eru hornasteinarnir undir einum sunnum og evnagóðum samfelag og komandi ríki okkara. Og lat tað sláast fast, rimmar fast, at eingin av hesum grundarstuðlum kunnu ofrast fyri stuttskygd politisk mál ella stuttskygdan politisk vinning.
Og frælsi býr í okkum. Vit føroyingar eru eitt fólk bundið saman av fortíðini, vit eru eitt fólk, ið leitar eftir framtíðini -einum felags tjóðarsamleika, ið skapast her á landi, ikki aðrastaðni.. Og vit eru eitt fólk, ið ikki einans royna at loysa nútíðar avbjóðingar, so sum arbeiðsloysi, sosialar skeivleikar ella stóra uttanlandsskuld, men vit royna at byggja eitt haldbart og samhaldsfast samfelag. Vit stremba eftir einum rættvísum samfelag fyri øll, har ongin hevur framíhjárætt, men øll verða vird óansæð trúgv, uppruna, kynsliga orientering - eitt land, einar Føroyar, vit javnseta við onnur lond.
Eingin, heldur ikki vit í Tjóðveldi fyrigykla okkum, at tað arbeiðið er lætt, ella at tað gerst eftir einum degi, men tað er gjørligt.
“Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki.” Soleiðis tók ein maður til fyri knøppum hundrað árum síðan. Maðurin var fámjiningurin, Jens Olivur Lisberg, sum fær høvuðsheiðurin fyri, at vit í dag hava okkara føroyska flagg: merkið. Hesin ungi, skemtiligi, sáttligi og fryntligi studenturin, sum var sálin í studentalívinum hjá teimum, ið saman evnaðu merkið, hann var tann kveikjandi og eggjandi. Hesir ungu menn trúðu tí, teir fingust við, og teir framdu tað í verki!!
Tjóðveldi fer ikki at elta, sum undan er slóðað, vit vilja slóða fyri. Frælsi er fremsta stríðsmál okkara, og ta ábyrgd hava vit tikið. At allir lyklar ikki hanga við eitt konubelti, og als ikki lykilin til danska statskassan, tað mátti løgmaður sanna, tá hann kom aftur sum av torvheiðum, eftir at hava hingið í skjúrtuvelinum á Torning. Spískamar okkara er ikki Danmark. Tað er rundan um okkum, so langt eyga sær.
Gott floksting ynski eg tykkum og okkum øllum. Gævi vit megna sperruna at bróta um ikki ov langar stundir. Gævi manningin á bátinum vil draga eina línu og rógva á sama báti: beina kós móti fullveldinum og føroyska statinum. Lat tað vera okkara felags virki.
Óluva Klettskarð, aðalstjórnarforkvinna
