Løgtingið feldi við 2. viðgerð í dag uppskotini ið Tjóðveldi hevur lagt fram, um gerð av nýggjari forsorgarlóg, og Uppskotið til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
uppskotini eru soljóðandi:
Uppskot til samtyktar um gerð av nýggjari forsorgarlóg
Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta niður eina skikkaða serfrøðinganevnd til at eftirmeta
øll viðurskifti, sum eru tengd at galdandi forsorgarlóg, og grundað á hesa eftirmeting smíða
uppskot til nýggja føroyska forsorgarlóg at leggja fyri Løgtingið, sum tekur støðið í dagsins
samfelag og tí veruliga tørvi, ið borgarin hevur í einum framkomnum vælferðarsamfelag.
Viðmerkingar:
Verandi forsorgarlóg er fleiri enn fýrati ára gomul. Broytingar eru gjørdar hesi árini, tó er
hugsandi, at umsitingarlig siðvenja kann hava skeiklað ætlanini við upprunalógini so nógv,
sum ein so týðandi vælferðarlóg verður brúkt dag og dagliga. Vit liva í einum heilt øðrum
samfelagi ídag enn fyri góðum fýrati árum síðani, og tí má nýggj lóg smíðast við ásetingum,
sum standa í mun til dagsins samfelag.
Ymiskar fatanir eru um, hvussu fram skal farast hesum viðvíkjandi. Onkur, eitt nú verandi
landsstýrismaður í almannamálum, hevur ta áskoðan, at frægast er at broyta seg burtur úr
trupulleikunum við støði í verandi lóggávu, meðan onnur halda, at frægast hevði verið, at
smíða eina heilt nýggja forsorgarlóg. Uppskotsstillarin hellur til seinnu áskoðanina. Í
viðmerkingunum til ein skrivligan fyrispurning, sum Finnur Helmsdal, sáli, setti Hans Paula
Strøm,táverandi landsstýrismanni í almannamálum, sigur hann, sum annars mundi vera ein av
teimum, ið hevði frægast innlit í føroyska almannalóggávu:
Eitt tað fyrsta, ið Helena Dam á Neystabø kunngjørdi sum landsstýrismaður í 1998, var, at
hon ætlaði at gera eina nýggja forsorgarlóg. Síðani eru allir landsstýrismenn í
almannamálum komnir við somu fráboðan. Nú skjótt níggju ár eru liðin, heldur spyrjarin, at
tað kundi verið áhugavert at frætt nakað um, hvussu langt áleiðis er komið við nýggju
forsorgarlógini…………………….
………..Spyrjarin heldur, at tað helst er rættari fyrst at biðja viðkomandi
fakbólkar/brúkarabólkar og onnur um at vera við til at orða eitt grundarlag undir lógini. At
fáa nevndu bólkar at vera við til at orða endamálið við lógini í mun til avbjóðingar, allar
potentiellar brúkarar og kanska ikki minst, hvussu lógin á besta hátt og í mesta mun kann
tillagast gongdini í samfelagnum. Tað er helst lítið at ivast í, at júst fakbólkar og
brúkarabólkar eru fremstu serfrøðingarnir í so máta. Tá bæði grundarlag, endamál, alt
viðvíkjandi málbólkunum, er orðað, tá er løtan hjá løgfrøðingunum at fara undir at orða
sjálva lógina. Sjálvandi við atliti at tí tilfari, sum er komið burtur úr fyrireikandi arbeiðnum.
Nú hoyra vit umboð fyri ein brúkarabólk siga alment, at verandi forsorgarlóg ikki hóskar til
dagsins samfelag. At hon langt frá nøktar tann tørv, sum verandi brúkarar hava, og er hetta
væl í tráð við tað, sum aðrir brúkabólkar hava ført fram. Tí er forsorgarlógin hvørki eitt gott
ella viðkomandi tilboð í nógvum førum. Spyrjarin hevur spurt seg fyri ymsastaðni, um
Almanna- og heilsumálaráðið hevur vent sær til fak- ella brúkarabólkar við nýggjari
2
forsorgarlóg fyri eyga, og sigur ongin seg hava fingið nakra áheitan, og tey siga seg heldur
ikki kenna til slíkt virksemi. Vit vita, at onkur persónur hevur verið settur í ávís tíðarskeið at
arbeiða burturav við eini nýggjari forsorgarlóg, og at tað tá fór fram nakað, sum minnir um
tann arbeiðsháttin, sum er lýstur omanfyri, men er nú langt síðan, at hetta arbeiðið helt
uppat. Tí kundi verið áhugavert at vita, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við
lógini, og hvussu nógv fólk og hvussu nógv tíð verður nýtt í hesum sambandi.”
Sum tað greitt gongur fram av omanfyrinevndu viðmerkingum, so hava fleiri landsstýrismenn
á økinum róð framundir, at teir høvdu ætlanir um at gera nakað við málið, men enn er at kalla onki hent. Verandi landsstýrismaður hevur fyri kortum sagt tað sama á tingi, men sum skilst, stendur og fellur hetta arbeiðið við tí skikkaðu yvirskotsorku, sum kann finnast í ráðnum. Tí
kann ikki roknast við, at hetta arbeiðið verður annað enn viðfáningur, so stríggin sum dagurin
hjá hvørjum einstøkum í Almannamálaráðnum má vera, táið hugsað verður um hvussu
umfatandi og stórt hetta økið er í politisku skipanini.
Frægasta loysnin er tí at seta eina skikkaða uttangarðsnevnd at taka sær av málinum
samsvarandi samtyktartekstinum. Hendan nevndin eigur sjálvsagt at fylgja mannagongdini,
sum Finnur Helmsdal skeyt upp í fyrispurnigninum frá 2007, har mælt verður til, at fara út í
sjálvt feltið fyri at finna útav tørvinum og grundarlagnum undir eini nýggjari føroyskari
forsorgarlóg. Eftir tað er málið ein uppgáva hjá løgfrøðingum, sum skulu stúgva saman
uppfatanirnar í ein lógarkarm, sum menn og kvinnur so kunnu snikka til, alt eftir hvussu
politiska rákið til ta tíð vendir.
Hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar vera av eini nýggjari forsorgarlóg veldst um støðið, sum
ein politiskur meiriluti til ta tíð ætlar skal vera galdandi í Føroyum. Retrospektivt ber tó til at
staðfesta hesa gongdina í útgjaldingunum hesi seinastu árini:
3
Útreiðslugongdin frá 1997 fram til 2010 er teknað samsvarandi tølum frá leiðslukunningarskipanini.
á Løgtingi, 26. februar 2010
Tórbjørn Jacobsen
Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um studningslán til bústaðir til fólk, sum vegna skerdan førleikan av ymsum orsøkum ikki megna at búgva í egnum bústaði uttan ávísan sosialpedagogiskan stuðul.
Viðmerkingar:
Uppskotið var fyri á Løgtingi í 2007, men fall við teirri grundgeving, ”at landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið fleiri lógaruppskot, sonevnda bústaðarpakkan. Við hesum verður møguleiki at útvega fólki við skerdum førleika íbúðir” (endurgivið úr álitinum). Nú eru skjótt trý ár liðin síðani hesa niðurstøðu, sum var grundgevingin fyri at fella uppskotið tá. Uppskotssetararnir halda, at nú er tíðin komin hartil, at Løgtingið má gera nakað við hetta álvarsmál og ikki balla tað inn í partapolitiskar undanførslur.
Tørvskanningar seinastu árini, sum t.d. Javni og Sinnisbati hava staðið fyri, og nýggjar staðfestingar vísa, at tørvur er á íbúðum ella bústøðum til fólk, sum eru í tí støðu, at tey eru ov vælvirkandi til at búgva á stovni ella í sambýlum, men hóast hetta ikki megna at búgva einsamøll uttan stuðul av ymiskum slagi. Her verður m.a. hugsað um fólk við likamligum breki, menningartarnað og fólk við sálarligum trupulleikum. Nærri lýst kunnu vit siga, at útboðið av bústaðarmøguleikum til fólk við
serligum tørvi ikki er nóg stórt. Serliga er tørvur á tilboðum til fólk yvir 18 ár, sum hava menningartarn ella trupulleikar av líknandi slagi, og sum kunnu búgva í egnari íbúð við stuðli.
Tað kann vera torført neyvt at allýsa, hvørjum bólki uppskotið er ætlað, men í høvuðsheitum snýr tað seg um at býta upp millum tey, sum kunnu búgva einsamøll við stuðli, og so tey, sum mugu hava fólk um seg alt ella meginpartin av døgninum.
Útboðið og kostnaðurin Nógv av hesum fólkum búgva á stovni, í sambýlum, heima hjá foreldrum ella aðrari familju, tí lítil ella eingin møguleiki er at leiga ella ogna sær íbúð ella bústað, sum tey kunnu búgva í, samstundis
sum tey fáa neyðuga stuðulin frá tí almenna. Hetta kemst m.a. av, at útboðið av slíkum íbúðum ella bústøðum er so avmarkað, og at hesi fólkini standa rættiliga aftarlaga í røðini, tá tað snýr seg um at fáa fatur á og kanska ogna sær slíkar bústaðir. Ein onnur orsøk til, at tað mest sum er ómøguligt hjá hesum fólkunum at seta búgv í egnari íbúð, er kostnaðurin. Húsaprísirnir hava havt beina kós upp eftir í nøkur ár, og hóast vøksturin kanska er støðgaður nakað á, so er príslegan so mikið høg, at tað
heilt einfalt ikki ber til hjá hesum fólkunum at kappast við tey, sum hava betri fíggjarumstøður og tí eisini betri fíggingarmøguleikar.
Neyðugt at stuðla Ynskja vit at hjálpa hesum fólkunum til møguleikan at liva eitt meira vanligt ella normalt lív, og vilja vit geva teimum møguleikan fyri sjálvsøgdum privatlívi og tí, sum har við fylgir, so er neyðugt, at tað almenna stuðlar teimum og hjálpir teimum ávegis.
Við hesum verður roynt at taka týdningarmikið stig til at hjálpa hesum fólkum til at ogna sær egnan bústað. Skotið verður upp, at tað almenna stuðlar allari bygging til hesi fólk soleiðis, at stuðul upp til hálva millión verður latin fyri hvørja búeind. Hetta skal skiljast soleiðis, at hús við fýra, seks ella átta búeindum kunnu verða bygd, og at tað almenna stuðlar slíkari bygging við upp til somu upphædd fyri hvørja búeind, sum veitt verður til bygging av røktarheimsbústøðum. Stuðulin, tað
almenna letur, eigur at verða tinglisin í ognini, og skal afturrindast, um búeindirnar verða seldar fólki, ið ikki hava líknandi tørv ella trupulleikar sum tey fólkini, hetta uppskotið er ætlað til.
Restina av byggikostnaðinum skulu tey, sum skulu eiga búeindirnar, sjálvi fíggja av sínum
inntøkum. Talan er í flestu førum um fólk, ið fáa fyritíðarpensjón við møguligum - men helst ikki stórum - eykainntøkum.
Einasti møguleiki fyri fígging er í dag bankarnir og sparikassarnir, sum tí eisini eru møguligir
fíggjarar í hesum føri. Uppskotssetararnir kundu tó hugsað sær, at lív verður blást í aftur
Húsalánsgrunnin, sum tá var ein upplagdur fíggingarstovnur at nýta í hesum føri. Til tess at lætta um fíggjarpartin, hava uppskotssetararnir hugsað, at kommunurnar kunnu lata slíkum verkætlanum ókeypis grundøki. Í hesum sambandi varð skrivliga heitt á Klaksvíkar-, Runavíkar- og Tórshavnar kommunur umframt Føroya Kommunufelag og Kommunu Samskipan Føroya, og komu jalig svar frá øllum pørtum.
Hvør skal standa fyri byggingini
Uppskotssetararnir vendu sær tá til Javna og tosaðu við fólk við ávirkan og innliti, og tyktist bæði áhugi og vilji vera til staðar at gera slíkar ætlanir til veruleika. Eingin ivi kann valda um, at tørvurin á slíkum bústøðum ikki bara er til staðar, hann er rættiliga stórur. Tað, sum øll tó leggja dent á, er, at bústaðurin einsmallur ikki altíð er nóg mikið, stuðul má eisini játtast tí, sum ognar sær bústaðin
og býr í honum. Tað almenna eigur tí at binda seg til, at pedagogiskur stuðul fylgir við tí stuðlinum, sum verður játtaður til byggingina.
Byrjanin til hvørja verkætlan kann vera, at t.d. feløg, kommunur og tað almenna ella onnur finna saman og stovna sjálvsognarstovnar ella sjálvsognarfeløg, ið hava sum endamál at byggja búeindir
til fólk við serligum tørvi. Sjálvsognarfeløgini skulu hvørki hava tap ella vinning av sínum
virksemi, skulu virka undir treytum, sum verða álagdar slíkum stovnum ella feløgum.
Sjálvsognarfeløgini kunnu velja at standa fyri byggingini sjálvi, ella tey kunnu taka upp
samráðingar við kommunur ella byggifyritøkur at gera tað.
Tørvur og visitering Sjálvsognarfeløgini skulu altíð virka í tøttum samstarvi við avvarðandi almennar myndugleikar, ið
altíð eru teir, sum kenna tørv og annað tílíkt best. Allar týðandi avgerðir um byggingina, hvør eigur at fáa tilboðið og annað slíkt, eiga altíð at verða tiknar í samráð við viðkomandi almennu myndugleikar. Tí eiga almennu myndugleikarnir at hava eitt avgerandi orð at siga, tá greiða skal fáast á, hvørjir persónar skulu fáa stuðul til at ogna sær slíka íbúð. Og tað skal vera almenni myndugleikin, sum avgerð, hvussu nógvur pedagogiskur stuðul skal veitast í hvørjum einstøkum føri og á hvønn hátt. Tað er ikki møguligt at siga nágreiniliga, hvat hetta uppskotið kann koma at kosta landskassanum, verður tað samtykt. Uppskotssetararnir halda tó, at talan neyvan verður um nakra meirútreiðslu fyri landskassan, tí tey fólkini, uppskotið snýr seg um, skulu hava bú- og onnur tilboð frá tí almenna. Uppskotssetararnir halda, at talan heldur er um, at tað almenna veitir hesum fólkum viðkomandi og mannsømilig kor, javnbjóðis øðrum borgarum í landinum
Á Løgtingi, 26. februar 2010
Anita á Fríðriksmørk Bill Justinussen
løgtingskvinna løgtingsmaður

