Uppskot til samtyktar um fleiri lærupláss og starvsvenjingarpláss hjá almennum arbeiðsgevarum
Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja fram uppskot um, hvussu til ber
at útvega fleiri lærupláss og starvsvenjingarpláss í sambandi við størri
byggiverkætlanir hjá tí almenna og hjá almennum arbeiðsgevarum annars.
Viðmerkingar
Arbeiðsloysið í Føroyum økist alsamt. Tølini vísa, at tey sum onga útbúgving hava,
oftast eru tey, sum gerast arbeiðsleys. Heili 80 – 90%. Hugsandi er, at prosentparturin
er enn hægri, tá tey uppsøgdu í Fiskavirking verða tald við.
Vit vita eisini, at fleiri og fleiri størv krevja, at fólk hava eina útbúgvning.
Starvsmøguleikar, løn og setanartreytir eru oftast fleiri og betri hjá teimum, sum hava
eina útbúgving.
Ítøkiligar ætlanir eru umfleiri størri verkætlanir í byggivinnuni:
• Skúladepilin í Marknagili
• Nýggjur psykiatriskur depil
• Røktarheim
• Bústaðir til sálarsjúk
• Ábøtur á skúladeplinum í Hovi
Aftur og aftur er borið fram, at íløgurnar sum tíðirnar eru, skulu vera arbeiðsskapandi.
Tíverri er veruleikin, at vit ikki veruliga kunnu vísa á, at arbeiðsskapandi virksemið til
føroyskar hendur í nóg stóran mun fer fram. Arbeiðsloysið veksur og nógv virki sigla
í sera tungum sjógvi.
At arbeiðið skuldi verið bæði hjálærlingum og praktikantum í ætlaðu verkætlanunum
tykist eingin ivi at vera um. Talan er um sera stórar verkætlanir í fleiriførum. Sum
dømi kann nevnast, at tá fyrsta byggistig í Berjabrekku var í gerð starvaðust tveysiffra
tal á timburmonnum har øll árini.
Vit vita, at avbera nógvir arbeiðsgevarar kýta seg og taka fleiri lærlingar. Eisini er
greitt, at privatir arbeiðsgevarar eru nógv ’óførari’ enn almennir, um vit hyggja at
hagtølunum. Men við høgum arbeiðsloysi serliga millum tey, sum onga útvbúgving
hava, er neyðugt at samráðast um ennfleiri lærupláss.Talan er jú um almennar
verkætlanir, sum landið rindar.
Møguleikin eigur at vera hjá fleiri enn í dag fyri læruplássið.Talan kundi verið um eitt
nú elektrikarar, timburmenn, múrarar, málarar. Kanska møguleiki innan skrivstovu
ellamatgerð eisiniverður ein møguleiki á skúladeplinum ella psykiatriska deplinum –
annaðhvørt sum lærupláss ella praktikkpláss.
Hagtøl hava víst, at almennir arbeiðsgevarar hava fá lærupláss. Tykist løgið, tí tað
eigur vera góð siðvenja og sjálvsagt, at tað almenna tekur sosiala ábyrgd til tess at
íbúgvarnir hava fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar, ikki minst, tá so nógv uttan
útbúgving teljast millum tey, sum eru arbeiðsleys. Hugsa vit umkostnaðin, er talan
um sera bíliga arbeiðsmegi,tá vit tosa umlærlingar. Eisini tað kundi verið eitt motiv
hjá arbeiðsgevarum. Eisini er gott um ein partur av læruplássunum kann vera til
vaksnamannalærlingar.
Lærupláss er eitt. Men starvsvenjing/ praktikkpláss eru eisini neyðug. Lutvís sum
praktikkpláss, har fólksleppa at royna seg í einum nýggjum fakøki, men eisini um fólk
hava tørv á at finna útav, hvør útbúgving kundi verið einmøguleiki ella fyri bøta um
ogt ryggja og varðveita arbeiðssamleikan hjá tí, sum er arbeiðsleysur.
Eisini átti ríkur møguleiki at verið fyri ymiskum uppgávum í mun til ung í arbeiði.
Ávísar forðingar kunnu ivaleyst vera í mun til hetta uppskot. Umráðandi er tí, at tosa
við eitt nú partarnar á arbeiðsmarknaðinum og teknisku skúlarnar um, hvussu
uppskotið kann gerast veruleiki.
Vit mugu kýta okkum og av álvara taka tøk, so arbeiðsloysið minkar. Her og nú.
Arbeiðsloysið verður væntandi 8 – 9% . At vera arbeiðsleysur er oyðileggjandi fyri
bæði samleika og trivnaðin sum heild. Tá fólk gerast arbeiðsleys, er sera umráðandi,
at tey kenna á sær, at ein vón og møguleikar eru fyri framman. Hetta uppskotið kundi
verið eitt fet á vegnum – um vit velja at síggja loysnir heldur enn forðingar.
Á Løgtingi, tann 15. desember 2010
Bergtóra Høgnadóttir Joensen

