Fleiri konkretir trupulleikar í okkara rættarskipan

31 August 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Danski løgmálaráðharrin, Lars Barfoed, boðar nú frá, at hann vil tryggja so stutta varðhaldsfongsling sum gjørligt.

Rættarskipanin í Føroyum er enn danskt málsøki, og í tí sambandi setti Høgni Hoydal fyrispurning til Barfoed um føroyskan mann, ið hevði sitið varðhaldsfongslaður í yvir eitt ár fyri at hava stungið varafútan. Høgni Hoydal ynskti m.a. at fáa greiðu á, um hann fór at seta tiltøk í verk fyri broyta lóggávu og praksis á økinum um varðhaldsfongsling. Svarið varð latið Norðuratlantsbólkinum í trúðnaði, orsaka av persónsviðkvæmum upplýsingum, tískil kann ikki vísast til svarið frá Barfoed.

”Tað er harmiligt, at svarið frá Lars Barfoed er í trúðnaði, tí tað lýsir fleiri konkretar trupulleikar vit hava í okkara rættarskipan. Varðhaldsfongsling er eitt mál, ið vit eiga at viðgerða og broyta í føroysku rættargangslógini og áseta í okkara egnu grundlóg”, sigur Høgni Hoydal.

Men varðhaldsfongsling er eisini eitt aktuelt mál í Danmark, og Per Clausen úr Eindarlistanum hevur sett Barfoed ein generellan fyrispurning um nógvu drúgvu varðhaldsfongslingarnar. Í svarinum greiður Barfoed frá, at fráfarandi stjórn longu hevur sett fleiri tiltøk í verk at betra um møguleikarnar fyri at hvør einstøk varðhaldsfongsling skal verða so stutt sum gjørligt. Hann sigur, at danska løgmálaráðið fer at seta ein arbeiðsbólk, ið skal umrøða nýtsluna av varðhaldsfongslingum. Ráðið setti longu í 2010 ein arbeiðsbólk at kanna møguligar broytingar í mannagongdini av mentalkanningum, sum eisini skulu viðvirka til at varðhaldsfongslingar ikki gerast so drúgvar.

Tá arbeiðsbólkurin er liðugur við sínar metingar, fer danska løgmálaráðið at gera av hvørji viðmæli ráðið skal fylgja.

Svarið frá Lars Barfoed til Per Clausen sæst her:

http://www.ft.dk/samling/20101/spoergsmaal/s1994/svar/821310/1023902.pdf

Viðmerkingar fáast við at venda sær til Høgna Hoydal á tel. 22 02 50