Fiskur í Løkshøll

12 April 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Ætlanin er at seta luppin á bygnaðin í fremstu tilfeingisvinnu landsins, og endamálið við fundinum er fyrst og fremst at fáa eitt kjak í lag, um hvussu vit skipa okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi.

Í 2007 var tað um reppið, at táverandi fiskimálaráðharrin og fyrra ABC-samgongan avreiddu ognir Føroya fólks endaliga til loyvishavararnar, sum tá vóru. Hetta átak var steðgað í evsta tíma, mest táverandi andstøðu og pørtum av samgonguni fyri at takka.

Tí er 1. januar 2018 brádliga vorðin ein óvanliga áhugaverdur dagur í fiskivinnuhøpi. Tá ganga verandi rullandi loyvir út, og støða skal skjótast gjørligt takast til, hvussu skipanin skal virka eftir tað. Samgongan, sum var fullmannað til fyri fáum døgum síðani, er ikki komin við nøkrum hugskoti tíansheldur uppskoti um hvussu farast skal fram.

Tjóðveldisflokkurin legði lógarkompleksið um hina nú so kendu Tilfeingisbúðina fram á ting á fyrsta sinni í 2006. Eftir tað er hon løgd fram á hvørjum ári, men higartil hevur hon ikki vunnið frama. Á fundinum í annaðkvøld fara floksformaðurin og næstformaðurin, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, at leggja uppskotið fram.

Ein annar, sum hevur lagt sínar hugsanir fram um hvussu fiskivinnan kann skipast í framtíðini, er búskaparfrøðingurin og politikkarin Magni Laksafoss. Hann hevur fyrr hildið fyrilestur um hetta á fundi hjá Eysturoyar Vinnulívsráði, og í annaðkvøld fáa vit hansara alternativa uppskot um ein framtíðar fiskivinnupolitikk - sæddan í einum búskaparligum ljósi.

Eftir framløgurnar verður kjak á skránni og øll eru hjartaliga vælkomin til at seta spurningar og at koma við boðum um, hvussu tey halda at rættast er at skipa seg fiskivinnuni viðvíkjandi. Hetta snýr seg um meginbulin í føroyska búskapinum, tí er neyðugt at taka málið upp, serliga í mun til tað sum skal henda eftir 1. januar 2018, táið verandi skipan gongur út.

Tey sum fáast við og virka í føroyskari vinnu hava krav uppá at fáa at vita hvørjar hugsanir politikkarar landsins gera sær um spurningin, og hvussu teir ætla sær at loysa bygnaðarligu knútarnar, sum eru og standa fyri framman.

Journalisturin Ingolf Sólheim Olsen verður fundarstjóri.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag