Niðanfyri er uppskotið til samtyktar, sum varð lagt fram á flokstingi Tjóðveldisins í Vestmanna í døgunum 19.-20. mars 2010. Eftir drúgva viðgerð og gagnligt orðaskifti meginpartin av seinrapartinum leygardagin, varð full semja á flokstinginum um at taka undir við uppskotinum.
Fiskivinnupolitikkur
Fiskivinnupolitikkur floksins hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Hesin politikkur skal vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggur, og ásetingarnar um veiðitrýst skulu í mest møguligan mun fylgja tilráðingunum frá Havstovuni, og politikkurin skal saman við almennum reglum seta sær sjálvum hørð krøv til umhvørvi, hagreiðing og góðsku.
Øll fiskiveiði eftir botnfiski á leiðunum undir Føroyum skal stjórnast sambært fiskidagaskipanini, soleiðis sum hon er allýst í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tøkniligar friðingar á gýtingar- og uppvakstrarleiðum verða í høvuðsheitum ásettar samsvarandi lóg, og í bráðfeingis førum samsvarandi kunngerð.
Veiðiloyvi og fiskidagar eru almenn brúksloyvi. Umsetingin av hesum eigur at fara ígjøgnum ein gjøgnumskygdan fiskidaga- og kvotabanka, róptur Tilfeingisbúðin, t.e. ein marknaður, har øll kunnu bjóða og sleppa framat eftir skikkaðum treytum sum vera ásettar í lóg ella kunngerð. Tilfeingisbúðin er stovnur undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hesin setir nevnd, umboðandi fiskivinnuna á sjógvi og landi, at ráðgeva stovninum og ein stjóra at hava dagligu leiðsluna á marknaðinum.
Í fiskidagaskipanini verða ásettir fiskidagar fyri hvønn bólk sær fyri eitt ár í senn, frá 1. september – 31. august. Dagarnir verða ásettir samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingini frá Havstovuni, og stjóri og nevnd avgera hvussu nógvir dagar skulu lýsast til sølu í hvørjum tíðarmáli, og hvussu drúgt, ið hetta tíðarmál skal vera. Kvotur í føroyskum sjógvi, avráddar sambært tvílandasáttmálum og sambært strandalandaavtalum skulu seljast umvegis Tilfeingisbúðina. Tað sama er galdandi fyri fiskirættindi í altjóða sjógvi.
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap ganga øll galdandi loyvir út hin 31. desember 2017. Loyvini, fiskidagarnir ella kvoturnar verða niðurlaðað lutfalsliga ár um ár higani fram til hendan markadagin. Tað sum leypandi verður tikið inn aftur til eigaran – Føroya fólk – verður selt umvegis Tilfeingisbúðina. Frá og við 1. januar 2018 skulu øll veiðirættindini føroyinga harvið verða seld umvegis Tilfeingisbúðina.
Strong altjóða krøv – umhvørvis- og heilsufrøðilig, verða sett skipum, sum ætla at keypa dagar ella kvotur á marknaðinum. Aðrar ásetingar eru til skjals í uppskoti, sum Tjóðveldi hevur lagt fyri Tingið í hesi tingsetuni. Tað uppskotið liggur sum fylgiskjal til hetta uppskot.
Viðmerkingar:
Fiskiveiða er høvuðsvinna samfelagsins. Umráðandi er, at veiðan verður fyriskipað og umsitin soleiðis, at hon verður varandi grundarlagið undir samfelagnum. Optimal stovnsrøkt, lýst eftir fiskifrøðiligum ásetingum, er nú einasta virðið, ið altjóða samfelagið góðtekur, sum grundarlag undir hugtakinum burðardygg veiða. Hesum eiga vit at fylgja av tveimum orsøkum, fyrst og fremst fyri at tryggja størsta búskaparliga vinningin yvir ár, og fyri at tryggja atgongdina til marknaðir okkara nú og í framtíðini.
Fiskidagaskipanin er ein góður karmur um fiskiveiðina eftir botnfiskasløgunum undir Føroyum og á Føroya Banka. Trupuleikin er nú, at vit ikki hava verið ment at røkt innihaldið í karminum, sum fyrst og fremst eru fiskastovnarnir toskur, hýsa og upsi. Veiðan er nú søguliga lág og gýtingarstovnarnir søguliga illa fyri. Hesin trupulleikin er íkomin av politiskari vanstýring og av tí orsøk, at ikki hevur verið lurtað eftir fiskifrøðini, táið dagar á hvørjum ári eru lagdir inn í skipanina.
Í roynd og veru hevur ein fiskidaga- og loyvismarknaður verið galdandi í fleiri ár. Hesin hevur verið praktiseraður ímillum aktørar í vinnuni og ikki umvegis eigaran, sum er tað almenna, vegna fólkið í landinum. Avleiðingin er, at flotin er undirkapitaliseraður, skilt á tann hátt, at sølurnar hava verið atvoldin til, at peningur rennur út úr skipanini, ímeðan skuldin í flotanum bara hevur verið vaksandi. Við eini Tilfeingisbúð verða virðini á loyvunum burtur, og tað almenna selir veiðirættindini tíðaravmarkað fyri ein prís, sum vinnan sjálv heldur, at marknaðurin ber uppi. Eftir 1. januar 2018 verða øll veiðirættindi føroyinga handlað umvegis Tilfeingisbúðina.
Longu í ár 2000 mælti Búskaparráðið til, at fari varð undir ein marknað av hesum slagi, og aftur í vár mælir sama ráð politiska myndugleikanum til at taka sama mál í álvara, og at fiskiveiða føroyinga verður skipað samsvarandi hesum. Hetta gevur fult og heilt gjøgnumskygni og tí almenna ræðið á sínum upprunaliga ognarrætti.
Hetta uppskotið verður lagt fram fyri floksting floksins av tí orsøk, at ymiskar hugsanir eru um fiskivinnupolitikk í Føroyum. Í øllum flokkum og innanhýsis í flokkunum er býttar meiningar um, hvussu fiskiveiðan skal skipast. Fyri at Tjóðveldi kann tosa við einari rødd, táið um fiskivinnupolitikk ræður, er neyðugt at evsta vald floksins, Flokstingið, tekur støðu í málinum, og gróðursetur ein og sama politikk, sum øll umboð floksins, á tingi, í starvsnevnd, í aðalstjórn og feløgum viðurkenna sum politikk floksins.
Stevnumið floksins eru ikki dagførd veruliga síðani 2002, og ein samtykt um fiskivinnupolitikkin verður sjálvsagt ein parturin av eini komandi heildardagføring av stevnumiðunum í næstu framtíð. Málið um fiskivinnupolitikk floksins eigur at verða viðgjørt nú, táið støða má takast til málið, sum nú gerst alt meira aktuelt fyri hvønn dag sum gongur. Vit eru í hesum døgum í eini brótingrtíð, har lagna samfelagsins skal avgerast, høvuðsvinnuni viðvíkjandi.
Í vónini um, at uppskotið verður samtykt í verandi ella líknandi líki, seta vit tað fram til viðgerð og avgreiðslu.
Glyvrum, á Grækarismessu 2010
Tórbjørn Jacobsen Høgni Hoydal

