Tað er harmiligt at fíggjarmálaráðharrin fer út í miðlarnar við skrivi, sum gevur almenninginum ta fatan, at arbeiðið við pensjónsnýskipanini er við at verða liðugt. Tað er tað ikki. Enn eru nógvir ivaspurningar, sum mugu avgreiðast, áðrenn pensjónsnýskipanin er klár at leggja fyri løgtingið. Rúgvismiklu hoyringssvarini eru ikki liðugt viðgjørd, hóast tey seta fram nógv og stór ivamál, umframt at fleiri partar ynskja at koma á tal aftur við politiska fylgibólkin. Áður enn hetta er gjørt, fara vit ikki at leggja nakað uppskot fyri løgtingið.
Vit átala harðliga, at landstýrismaðurin í fíggjarmálum uttan yvirhøvur at spyrja politiska fylgibólkin eftir.fer í miðlarnar við einum tíðindaskrivi, sum greiðir frá gongdini soleiðis, sum landsstýrismaðurin skilir tað.
Nú valskeiðið er farið at halla er skiljandi, at fíggjarmálaráðharrin er altráur eftir at pynta seg við avrikum, sum eru ávegis
Hetta er púrasta óforsvarligt í mun til arbeiðið við pensjónsmálinum og møguleikanum at røkka einari politiskari semju.
Vit hava áður átala líknandi framferð fíggjarmálaráðharrans, og er nú líkt til, at hetta ikki rínir við. Vit harmast sjálvandi, at útinnandi valdið soleiðis spennir bein fyri konstruktivum samstarvi og vilja heita á fíggjarmálaráðharran, um at lata arbeiðið halda fram við tí endamálið at fáa eina semju.
Virðingarmest:
Kári P Højgaard, Karsten Hansen, Bergtóra Høgnadóttir og Annita á Fríðriksmørk

