Ferð á Føroyar

18 October 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tjóðveldi stevnir í síni valskrá eftir at fáa ferð aftur á Føroyar. Eftir politiska stillstøðu, vantandi fólkavøkstur og vaksandi alment hall farnu tvey valskeiðini tørvar Føroyum kós, vøkstur og virkishug. Málið er at fáa búskapin á rættkjøl, fólkatalið at vaksa og seta kós ímóti sjálvstøðu og sambandi við allan heim.

Fólkavøkstur og sjálvstøða
Málið er, at 55.000 fólk skulu búgva í Føroyum í 2020. Nógv fleiri fólk skulu verða verandi í Føroyum, og nógv fleiri skulu koma heim. Vit skulu gerast fleiri at bera byrðarnar, fleiri at skapa vøksturin og fleiri at fáa nýskapandi hugskotini.


Málið um at fjølgast og seta ferð á at menna Føroyar er beinleiðis tengt at málinum um at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Tað er sama tak at gera bindandi semjur um at fáa hallið burtur á fíggjarlógini og at gera bindandi semjur um at gera okkum leys av studningi.

Stjórnarskipan Føroya skal leggjast út til viðgerðar alment og til fólkaatkvøðu í 2012. Hon staðfestir, at evsta valdið er hjá Føroya fólki og skipar rættindini hjá øllum borgarum í landinum í einum tolsamum fólkaræði.


Vit skulu eisini samráðast við donsku stjórnina um ein fólkarættarligan sáttmála, ið leggur framtíðar samstarvið til rættis millum tvey sjálvstøðug lond. Sáttmálin fer til fólkaatkvøðu.


Vøkstur á øllum økjum
Neyðugt er at fremja ein hóp av átøkum til tess at gera tað liviligari í Føroyum og skapa vøkstur á øllum økjum. Átøkini eru m.a. hesi:


Kostnaðarstøðið skal niður
Skattaskipanin skal endurskoðast, tí hon er vorðin støðugt minni samhaldsføst og meiri útholað. Húsalánsgrunnurin skal trýsta renturnar á húsalánum niður og tryggja bústaðir til øll. Príseftirlit skal skipast. Krøv skulu setast bankunum um at skapa rímiliga fígging til vøkstur, nýskapan og trivnað. Virkast skal fyri at fáa samband við fleiri og bíligari vørumarknaðir.


Gongd á búskap og greiðar avtalur
Langtíðaravtala skal gerast at basa hallinum á fíggjarlógini, so vinnulív og húsarhald vita, hvør kósin verður til 2020. Langtíðaravtala skal eisini gerast um, hvussu íløgur verða raðfestar og skapa virksemi kring alt landið. Treytir skulu setast almennum útboði um, at virksemið mennir føroyskar førleikar og skapar virðisøking í Føroyum.


Nýggjan fiskivinnupolitikk
Semja skal beinanvegin gerast um nýggja skipan fyri fiskivinnuna. Verandi støða við halli í heimaflotanum og vantandi burðardygd má basast. Forðast skal fyri, at fiskiloyvir enda á útlendskum hondum, og strámannavirksemi skal basast. Brúksskylda skal setast í verk at tryggja, at latin rættindi verða gagnnýtt og ikki nýtt
til spekulatión.


Nýskapandi vinnupolitikk
Allar vinnugreinir skulu hava javnbjóðis kappingartreytir, og arbeiðir skulu bjóðast út á gjøgnumskygdan hátt. Vantandi útbjóðingar elva til ójavna ineffektivitet. Ferðaráð Føroya skal miðvíst marknaðarføra Føroyar. Matvørugransking og matvørumenning skulu raðfestast, so vaksast kann um framleiðslu og útflutning. Føroyar skulu gerast miðdepil í sambandi við broyttar siglingarleiðir í Norðuratlantshavi.


Gongd á arbeiðsmarknaðin
Á arbeiðsmarknaðinum skal vera rúm fyri øllum, eisini teimum, sum hava kropsligar, sálarligar ella sosialar avbjóðingar. Setast skal í verk útbúgvingarskipan fyri ófaklærd. Skipast skal ein arbeiðsmarknaðardepil, sum skal samskipa førleikamenning og eftirútbúgvingar. Praktikkpláss og lærupláss skulu skipast í sambandi við almenn arbeiðir.


Nýskipanir skulu fremjast
Kommunurnar skulu leggjast saman í færri og sterkari eindir fyri at styrkja øll økir í landinum. Eldraøkið verður lagt úr til kommunurnar í næsta valskeiði. Eftir samanleggingarnar gera kommunurnar av, hvussu skúlabygnaðurin í økinum verður. Fakligu krøvini til fólkaskúlan setir landsumsitingin. Miðfyrisitingin skal endurskoðast. Nýggja pensjónsnýskipanin skal setast í verk.


Altjóða universitet og styrktar skúlar
Á langtíðaríløguætlan skal rúm skapast fyri at menna Fróðskaparsetur Føroya til altjóða undirversitet. Lógarverkið kring miðnámsskúlarnar verður endurskoðað, so skúlarnir kunnu skipast í breytir. Eftirútbúgving av lærarum í fólkaskúlanum skal uppraðfestast, undirvísingartilfar dagførast og undirvísingin støðugt eftirmetast.
Fjarlestrarskipanir skulu mennast, so útbúgving kann takast í økjunum.


Miðvísan orkupolitikk og náttúruvernd
Hækkandi olju- og streymprísir tyngja húsarhaldini, vinnuna og búskapin. Landið skal í samstarvi við kommunurnar taka størri ábyrgd av at tryggja skjóta útbygging av varandi orkukeldum, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við grønari orku. Fyrilit skal takast fyri náttúruni. Avgjaldspolitikkur skal nýtast sum amboð at løna orkusparing og fyribyrgja orkuoyðsli.


Mentan og list í fremstu røð
Tjóðleikhús, ið skapar karmar til allar listagreinir, skal byggjast, og mentanardeplar kring landið skulu skipast. Kringvarpið skal menna føroyskt mál, føroyska mentan og føroyska list. Virkast skal fyri at fáa allar føroyskar sendingar og bøkur á internetið. Øll eiga at hava greiða atgongd til mentanartilboð. Íløgur í list og mentan eru íløgur í víðskygni og lívsgóðsku.


Tjóðveldi