Felags norðurlendska loysn á íslendsku kreppuna

29 January 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fiskivinnupolitikkurin í ES, javnstøða og íslendska ice save málið vóru millum annað á skrá

Sofia og Høgni luttóku týsdagin í partapolitisku nevndarfundunum í Norðurlandaráðnum. Tey eru bæði limir í Vinstra Sosialistiska Grøna bólkinum (VSG). Fíggjarkreppan og íslendska ice save málið var millum annað á skrá, har kjakast var um, hvussu Ísland kann sleppa úr kreppuni gjøgnum norðurlendska samstarvið og norðurlendskar loysnir. Norðuratlantsbólkurin og VSG kundu á fundunum staðfesta, at tann norðurlendska hjálpin í íslendsku kreppuni ikki hevur verið nøktandi. Norðuratlantsbólkurin mælti til, at føroyska fyrimyndin varð fylgd og vísti á, at um øll Norðanlond góvu eitt samsvarandi lán til Ísland, hevði hetta lætt munandi um gongdina at endurstovna íslendska búskapin og minkað um trýstið frá Bretsku og Hollendsku stjórnini.

Vaksandi ungdómsarbeiðsloysi í øllum Norðanlondum var harumframt á skránni og hevði norðurlendski felagsfundurin hesaferð valt at varpa ljós á javnstøðumálið.

Fiskivinnupolitikkurin í ES skal endurskoðast og hevur Norðurlandaráðið ein aktivan leiklut í hesum arbeiði. Mikudagin luttóku Høgni og Sofia, saman við limum úr Norðurlandaráðnum, limum úr ES parlamentinum, og Evropa kommisjónini, í einari ráðstevnu um evnið. Norðuratlantsbólkurin legði í kjakinum dent á, at tað hevur stóran týdning at norðurlendsku ES - londini verja rættin hjá norðurlendsku londunum uttanfyri ES, at umsita egnan fiskivinnupolitikk.

Norðuratlantsbólkurin