Eykafloksting og tíðindafundur

30 May 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Sum fráboðað er kallað inn til eykafloksting sunnudagin 31.mai 2015 kl. 16.00 á Parnassinum á Hotel Hafnia. Samstundis verður hervið kallað inn til tíðindafund í hølum floksins á Gamla Apoteki mánadagin 1. Juni klokkan 9.00.

Sum lógirnar hjá flokkinum tilskilað verður valevnislistin hjá flokkinum til fólkatingsvalið mannaður á eykaflokstinginum. Umframt hetta verður valtstríðið og politiska støðan umrødd, tá flokkurin hittist sunnudagin.

Mánadagin 1. Juni verður tíðindafundur í hølum floksins á Gamla Apoteki, har verður valskráin løgd fram, og miðlarnir vera bodnir við. Tá verður eisini høvi at hitta valevnini hjá flokkinum til Fólkatingsvalið. Tíðindafundurin verður kl. 09.00