Eykafloksting í Bygdarhúsinum í Haraldssundi

24 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Á skránni er endurskoðan av stevnumiðum floksins. Stevnumiðini hjá flokkinum verða dagførd av og á, vanliga eru eini 7 – 8 ár ímillum. Stevnumiðini taka støði i ó broyttu stevnu Tjóðveldis. Allir partar í flokkinum eru umboðaði; aðalstjórn, tingmanning, umboð fyri øll økisfeløg og Unga Tjóðveldið.

Øll eru vælkomin á eykafloksting í Haraldssundi.

Skráin er:

Kl. 09.30: Aðalstjórnarforkvinnan bjóðar vælkomin.

Kl. 09.45: Eykaflokstingið skipar seg við vali av tingformanni og skrivarum.

Kl. 09.50: Samanskrivað og redigerað uppskot til dagførd stevnumið verður lagt fram frá redigeringsbólkinum.

Kl. 10.30: Umboðini fyri arbeiðsbólkarnar gera stuttar viðmerkingar til teir partar, tey hava arbeitt við.

Kl. 11.00: Kaffisteðgur og lesisteðgur, har hvør einstakur á flokstingi fær høvi at nærlesa uppskotið.

Kl. 11.45: Flokstingið skipar seg aftur í bólkar at viðgera ymsu partarnar.

Kl. 12.00: Døgurðasteðgur

Kl. 12.45: Bólka-arbeiði, har eisini hvør bólkur velur eitt talsfólk.

Kl. 14.30: Kaffisteðgur

Kl. 14.45: Bólkarnir leggja fram og orðið er frítt.

Kl. 17.30: Niðurstøður og samtyktir

Kl. 18.00: Aðalstjórnarforkvinnan endar flokstingið.