Eykafloksting 23. november 2013

23 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Stevnumið floksins verða við ávísum millumbilum dagførd, og á flokstinginum í Fámjin 2012 varð einmælt samtykt, at aðalstjórn og tingmanning skuldu skipa fyri at endurskoða og dagføra stevnumið floksins – við neyvum støði í teimum 9 greiðu málunum í stevnu Tjóðveldisfloksins frá 1948.

6 arbeiðsbólkar hava arbeitt við at skriva uppskot til dagføringina av stevnumiðum floksins og hetta arbeiðið verður grundarlagið undir viðgerðini.

Endaliga skráin verður almannakunngjørd ein av komandi døgunum.