Hóast hvørki Grønland ella Føroyar eru limir í ES, so er samveldið ikki til at koma uttanum, annaðhvørt ein er fyri ella ímóti. Hetta var útgangsstøðið fyri kjakinum á Christiansborg í gjár. ES-spurningurin hevur higartil verið, sum íslendski forsetin fyri Norðurlandaráðið, Helgi Hjørvar, tók til, ”ein fílur í rúminum, sum eingin tosaði um”. Í so máta var ráðstevnan hjá Norðuratlantbólkinum ein roynd at seta hol á, og vakri felagssalurin á Christiansborg var ein hóskandi karmur um hendan, fyri 80 grønlendsk og føroysk lesandi, so spennandi seinnapart. Tey vildu hava svar uppá hvussu tilknýtið og samstarvið við ES skuldi myndast í framtíðini.
”Hvussu við gjaldoyranum?”
”Hava vit ráð til at standa uttanfyri?”
”Eru onnur alternativ til limaskap?”
”Kunnu vit ímynda okkum eitt sterkari norðurlendskt og/ella útnorður-samstarv?”
Hesir vóru nakrir av teimum mongu góðu spurningunum, sum tey lesandi spurdu politikarar sum t.d. Morten Messerschmidt, Line Barfod, Kirsti Bergstø og Lone Dybkjær um.
Viðvíkjandi spurninginum um íslendskan limaskap fingu tey lesandu eitt boð uppá, hvar markið hjá íslendingum gekk, tá tað ráddi um at fáa eina góða avtalu við ES um fiskivinnupolitikkin, og hvat tey annars væntaðu sær av fyrimunum og vansum við limaskapinum. Men norska Kirsti Bergstø, forkvinnan fyri ”Nei til EU”, var ógvuliga hvassorðað ta hon tosaði um fiskivinnupolitikkin hjá ES: ”Nú tey oyðilagt sínar egnu stovnar, so koma tey eftir okkara fiski.” Hon ávaraði Ísland ímóti at halda at tey fóru at fáa eina góða avtalu á fiskivinnuøkinum. ”Minst til, at Ísland hevur nógv størri týdning fyri ES, enn ES hevur fyri Ísland”.
Stjórin fyri grønlendsku sendistovuna í Keypmannahavn, Tove Søvndahl, legði dent á hvussu stóran týdning tað hevði fyri Grønland, at gera búskapin meira fjølbroyttan, so landið kundi gera seg minni heft av sveiggjum í fiskivinnuni. Í so máta var ES-limaskapur, sambært henni, kanska ein fyrimunur. Sofia Rossen helt, at Grønland átti at samstarva meira við ES, men at trupulleikarnir seinastu tíðina, við forðingum fyri grønlendskum útflutningi hevði víst, at tað var avgerandi neyðugt, at samveldið virdi rættin hjá grønlendingum, til sjálvi at skipa sína tilfeingisvinnu, ikki minst hvala- og kópaveiðu.
Føroyski uttanríkisráðharrin Jørgen Niclassen vísti á vansarnar við ES-limaskapi við einum einføldum boðskapi: ”Tað vit hava at geva ES, er tað sum vit ikki vilja lata. Vit høvdu verðið noydd til at lata okkara tilfeingið og okkara fólkaræðið uppí hendurnar á ES um vit blivu limir, og tað hvørki kunnu ella vilja vit.” Hetta var í beinleiðis andsøgn við hugsanina hjá Kaj Leo Johanneseni Løgmanni, sum helt einastu gongdu leið vera, fyri Føroyar og fyri okkara búskaparligu menning, at vit gerast limir í ES gjøgnum danska limaskapin.
Høgni Hoydal endaði orðaskiftið við at taka samanum: ”Vit hava í dag fingið øll møgulig boð uppá, hvussu okkara framtíðar tilknýti til ES kann myndast – alt frá føroyskum limaskapi gjøgnum tann sonevnda ríkisfelagsskapin, til eitt djúpari norðurlendskt samstarv, har vit kunnu standa nógv sterkari uttanfyri enn innanfyri ES. Eg viðmæli so avgjørt hetta seinna, tí stórveldi eru ikki fyri smá lond.”
Kjakið um ES ella ei helt fram í Grønlendska húsinum um kvøldið, har feløgini hjá teimum føroysku og grønlendsku lesandi, MFS og Avalak, høvdu skipað fyri veitslu, við góðum mati, sangi og skemti.
Meir fæst at vita við at venda sær til Høgna Hoydal tlf. 220250 ella Sofia Rossen tlf. +45 33375401

