Munnligur fyrispurningur til løgmann
Hvussu ber tað til, at løgmaður kallar tilfeingisgjald fyri 2012 “størsta sosialpolitiska tiltak í søgu sambandsfloksins”?
Heldur løgmaður, at hetta vísir virðing fyri veruligum sosialpolitikki og frambrotum í Føroya søgu?
Er flatskatturin og nógv hækkaði skatturin av pensjónsinngjøldum hjá teimum lægstløntu, ið hevur flutt umleið 300 mió. krónur frá tí lægri løntu helvtini til ta hægri løntu helvtina, ikki sosialpolitikkur?
Tá tilfeingisinntøkur landskassans av makreli í fjør vóru áleið 88 mió. kr. – harav 74 mió. av 20.000 tonsum – hví er so ein árlig tilfeingisinntøka á 120 mió. kr. eitt “stórt tiltak”?
Tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at inntøkurnar av tilfeingisgjaldi skulu nýtast til at byggja Havrannsóknarskip fyri, er so Havrannsóknarskipið eisini eitt “stórt sosialpolitisk tiltak”?
Viðmerkingar:
Tilfeingisinntøkur landskassans av bara 20.000 tons av makreli vóru í 2011 = 88 mió. kr. Makrelkvotan er 150.000 tons í 2012.
Nú hevur landsstýrið boðað frá, at ætlanin er at fáa tilfeingisinntøkur av øllum fiski og alifiski fyri 120 mió. kr. um árið.
Løgmaður hevur alment boðað frá, at ein hækking í inntøkum landskassans á 32 mió. kr., har nú ikki bara makrelur, men øll bæði fiski- og alivinna er íroknað, er “størsta sosialpolitiska tiltak í søgu sambandsfloksins”.
Útsøgnin er sera trupul at fáa greiði á. Í mun til bæði føroyska søgu, føroyskan politikk og altjóða politiska hugmyndafrøði sum heild.
Tí verður løgmaður spurdur eftir útgreiningum av hesum nýggja politiska grundarlagi, hesi øðrvísi fatan av politiskum raðfestingum og teirri kollveltandi politisku hugmyndafrøði, ið løgmaður nú leggur fram.
Á løgtingi, 16. apríl 2012
Høgni Hoydal, løgtingsmaður

