Fyrst lanseraði hann konsertvarmaran Lív Næs, sum verður dómpróvstadóttir um góðar tvær vikur. Hon hevur saman við Nielsi Midjord brent seg inn í føroysku fólkasálina, við veldugu fløguútgávu teirra í fjør, ið nevnist ”Tú skalt eiga morgindagin.” Í kvøld var hon einsamøll á pallinum, við guitara og rødd, og sjálvt um hon kiksaði í tí eina lagnum, so paradoksalt júst í tí løtuni Niels kom innar í salin, og syngjandi, spælandi og sjarmerandi fuglafjarðardialektin hjálpti henni inn á grunt aftur beinanvegin, so kom hon ógviliga væl frá upphitingini til tað, sum áhoyraraskarin var komin úr at kalla øllum landinum fyri at hoyra, nevniliga Brand Enni. Røddin er superb, og táið hon hevur fingið bilbukt við onkrar smáar nýansufeilir, fer hon brakandi ígjøgnum ljóðmúrin, sum ein av okkara bestu songlerkum. Eitt talent í útbroti, sum sjálv ger av hvussu langt ávegis sangtærið skal bera hana í alheiminum.
Eftir at eini fimm løg eru farin, er Ólavur aftur á pallinum, og nú varpar hann ljós á høvuðsnavnið Brand Enni. Kendu barnastjørnuna, sum heldur ikki megnaði at berjast ímóti aldrinum, nú hann stendur sum vaksin maður frammanfyri teimum mongu, ið hava fylgt honum á lívsleiðini. Táið hann stóð á sama palli fyri átta árum síðani, haldi eg meg minnast, at mín gamli pennavinur, abbi hansara, Hjørleif Enni, var ímillum áhoyrarnar. Komin alla leiðina av Trongisvágsfirði. Ein sjaldsamur og klókur maður á so mangan hátt, og tikin í leikum sum skemtari. Um nakrar fáar dagar verða tað fimm ár síðani Ólavur jarðaði hann millum blómur við Tvøroyrarfjørð, sum Pól F. metti vera besta hvíldarstað á jørð. Hann var tá vorðin 88 ára gamal og mettur av døgum.
Aftur til konsertina. Minnist at døtur mínar vóru ógvuliga forliptar í hesum unga knassanum av Tvøroyri, táið hann sum smádrongur brendi seg inn í føroysku fólkasálina, fyri nú so mongum árum síðani. Mangir pápar munnu hava upplivað tað sama, tí júst tann árgangurin var óvanliga væl umboðaður á konsertini í kvøld. Sjálvur var eg ímillum tey elstu, men táið man hevur verið pennavinur við abban hjá stjørnuna á staginum, tá er tann skeivi endin av álvara farin at hála í kropsskinnið. Døturnar vóru sera væl nøgdar við konsertina, og tað sigur ikki so lítið, tí tað er ein staðfesting um, at Brandur hevur megnað tað trupla lopið, frá barnastjørnu til ein vaksnan musikalskan entertainara, við glamour.
Sjálvandi kom nýggja fløgan ”Sometimes Truth Needs a Lie” at eiga bróðurpartin av kvøldinum, og har eru fleiri løg, sum fara beint inn. Táið Brandur brúkar sína ”nýggju rødd” til heldur harðari rock/popp løg, er hann í essinum, serliga eftir at hann hevði svingað seg upp í hæddirnar, eftir eina eitt lítið sindur trilvandi byrjan, har hann leitaði eftir pulsinum hjá áhoyraraskaranum. Variatiónirnar riggaðu heilt væl, serliga táið hann setti seg við 100 ára gamla pumpuorglið hjá Jónasi Block, og táið hann og Lív sungu saman, tá fór tað seinasta av møguligu væntanini um, at hesin fýrurin ikki fer at megna eina musikarakarrieru sum vaksin maður. Men hann er væl kálvføddur við hús og í hornorkestrinum í heimbygdini.
Ensemblið hann hevði við sær í Norðurlandahúsinum var heldur ikki at kimsa at, tey fyltu rúmið og stuðlaðu sangaranum óvanliga væl. Tað er ikki hvønn dag, at strúkarar spæla til eina popp/rock-konsert, men Angelika Nielsen og Tóri Restorff Jacobsen spaðaðu væl til, og góvu tónleikinum eina øgiliga fyllu. Kim Hansen er so dystin lærdur, og so stórur entertainari eftirhondini, at honum fer ongin skeivur av. Serliga var eg hugtikin av trummuslagaranum Henningi Hjalt Nicodemussen, sum megnaði at halda troppunum saman. Haldi tað var Stones guitaristurin Keith Richards, sum segði, at onki orkestur fæst at virka, uttan so, at trummubukarin er førur fyri at halda hjólunum gangandi. Tað megnaði Henning við bravour. Eyðun M. Hansen er vorðin ein guitarlegenda í Føroyum. Hoyrdi hann fyrstu ferð spæla til eitt 1. mai dags hald í sjónleikarhúsinum, fyri umleið tríáti árum síðani, og longu tá sást farvegurin av einum guitarsnillingi. Ein ósvitaliga tryggur handverkari á sínum amboði. Tróndur, beiggi sangaran, syrgdi fyri pulsinum á sínum McCartney bassi, og hansara sangrødd er ikki lakari enn hon hjá Brandi. Táið teir syngja tvístemmað fer alt upp í eina hægri eind. Hann, tykir mær, er eitt slag av arkitekti í øllum tí sum hendir á pallinum, eitt slag av einum fýrbøtara, ein Keith Richards, sum alla tíðina syrgir fyri at frontfigururin Mick Jagger, í kvøld Brandur Enni, fær nógmikið av føði til akkumulatorarnar, ið skulu halda stemmugaflinum millum áhoyrarar og sangara í rætta spenninginum, í resonansinum. Tað eydnaðist til fulnar.
Har eru nøkur fín løg á nýggju fløguni, og táið Brandur & Co. vórðu heppaði aftur á pallin, og hann nú fór undir at syngja onkran av sangunum, ið gjørdu hann gitnan sum óvita, tá bráðnaði hjartað á øllum teimum, sum hava elt slóð hansara hesi árini. Ein veldug finala, sum avdúkaði, at Brandur í mun til so mangar aðrar barnastjørnur, ið mistu dreingjamálið, og harvið fóru í gloymskunnar hav, er komin um víðu gjónna í øllum góðum. Nú er bara at halda stásið við líka, og at leggja seg í brodd fylkingar við aga, arbeiði og entusiasmu. Grundformatiónin, talentið, er í øllum lutum intakt.
Tað blíðkar altíð fyri hugaðum monnum. Takk fyri eina fína konsert.
tj.
