Eldra Tjóðveldið stovnað

4 September 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Vit sakna virknan eldrapolitikk og veruligt kjak um øki, ið hava áhuga hjá teimum eldru. Tað eigur ikki einans at snúgva seg um røkt og ellisheim ella bústaðarpolitikk. Eldri fólk eru ymisk, og eins og øll onnur menniskju við medábyrgd fyri samfelagnum. Tey bæði vilja og kunnu vera partur í kjakinum, ikki einans um eldraøkið, men um øll mál. Rættartrygd, arbeiðsmarknaðarmál og samfelagsmøguleikar sum heild hava stóran áhuga hjá okkara eldru borgarum.

Vit í Tjóðveldi vilja fegin hava tey eldru við. Tey skulu vera við at skapa rammurnar um eitt betri samfelag, bæði fyri ung og gomul.

Ongin orðaður málsetningur er gjørdur, tað skal Eldra Tjóðveldið sjálvt taka sær av. Men tey fyrstu umboðini lova, at hetta verður ongin kaffiklubbur, men eitt virkið kjakforum.

At fáa gongd á arbeiðið er nevndin í Eldra Tjóðveldi fyribils mannað við Karin Kjølbro, Argir, Hergeir Nielsen, Vágur, Sigmund Poulsen, Sandvík og Elisabeth Myllhamar, Skálavík.

Tey fara at orða greiðar visjónir fyri arbeiðið og framtíðarætlanir. Øll tjóðveldisáhugað er væl komin upp í framhaldandi arbeiðið.

Tjóðveldi