Ein føroyskur miðnámsskúli á altjóða støði

30 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Endamálið skal vera, at vit á fyrsta sinni skipa føroyskar miðnámsskúlaútbúgvingar, sum eru á altjóða støði. Og sum geva møguleikar at lesa og samstarva við útbúgvingar kring allan heim.

1. Tjóðveldi skjýtur upp, at altjóða próvtalsstigin (ECTS) verður brúktur undir øllum metingum og próvtølum á miðnámsskúlastigi í Føroyum.

2. Tjóðveldi skjýtur upp, at ein nýggj felags lærugrein skal vera á øllum miðnámsskúlabreytum, nevniliga lærugreinin "Tilfeingi". Altso, ein lærugrein um tilfeingi og burðardygd í breiðastu merking, har náttúruvísindalig, samfelagslig, búskaparlig, sosial, søgulig, vistfrøðilig og onnur vitan er partur av lærugreinini.

3. Tjóðveldi skjýtur upp, at ein áseting um, at landsstýrismaðurin kann geva skúlaleiðslum boð í námsfrøðiligum málum, verður strikað. Frælsið hjá skúlaleiðslum at skipa undirvísingina og námsfrøðiligu amboðini eigur at vera størst møguligt, og ein landsstýrismaður eigur ikki at kunna leggja seg ut í sjálva undirvísingina.

4. Tjóðveldi skjýtur upp, at tað verður álagt landsstýrinum at skipa tilboð um miðnámsskúlaútbúgving fyri fólk, ið bera brek. Hetta metir Tjóðveldi er eitt krav, ið vit eisini hava bundið okkum til í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.

Álitið hjá Tjóðveldi í málinum kann lesast her