Eiga tygum eina áhugaverda mynd?

5 March 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Táið Tjóðveldisflokkurin fekk umboðan aftur á Danatingi í 2001

løgdu fólkatingsumboðini floksskatt á seg sjálvi, og hesin peningur er áhaldandi latin grunni, sum fekk heitið “Fólkatingsgrunnurin”. Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Heini O. Heinesen hava sitið í nevndini frá byrjan. Nakað eftir stovnan heitti grunnurin á doktaran í søgu, Jákup Thorsteinsson, um at skriva nýggjaru politisku søgu Føroya, við serligum atliti til tjóðskaparstríð føroyinga. Grunnurin setti ongar treytir, harvið hevði høvundurin fullkomið frælsi at virka í mun til egnar fakligar ásetingar og metodur.

Táið Jákup andaðist fyri kortum, alt ov ungur, var hann komin væl áleiðis við sínum arbeiði. Fyrra bindið av tveimum er komið somikið áleiðis, at tað í næstu framtíð kann gevast út. Grunnurin er í løtuni í samráðing við annan føroyskan søgufrøðing, um at gera fyrra partin búnan til prenting, og at fyrireika og skriva seinra partin.

Í slíkum søguverki er tað av týdningi, at myndliga skjalfestingin er so munadygg sum yvirhøvur gjørligt. Helst liggja nógvir føroyingar inni við myndum, sum kundu verið áhugaverdar í hesum høpinium, sum greitt er frá omanfyri. Tí fer grunnurin hervið at heita á øll tey, sum liggja inni við myndum av áhuga, um at fáa okkum tær í hendi, soleiðis, at vit fáa tvítikið til brúks í bókini. Sjálvandi verða tær sendar eigaranum aftur, táið vit hava fingið tær inn í skjalagoymslu okkara.

Fríðbjørg Andreasen tekur sær av verkliga partinum, og øll kunnu seta seg í samband við hana á fartlf. 224698 ella á teldupostinum fa@logting.fo. Annars er postadressan:

Tjóðveldi

postboks 143

FO-110 Tórshavn.

Erlendur Patursson, – Ingálvur av Reyni teknaði av áhoyraraplássinum á Løgtingi.