Eiga tit gamlar myndir av tjóðveldisfólki og tjóðveldistiltøkum?

18 June 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Vit hugsa um myndir frá fundum, tltøkum, verkføllum, virksemi og øðrum, sum hava tilknýti til søguna hjá loysingarrørsluni og hjá Tjóðveldisflokkinum - og hjá stovnarum og ábyrgdarfólki floksins.

Um tit eiga myndir, vildu vit sera fegin fingið hendur á teimum. Tit kunnu antin svara á vangabókini, umvegis teldupost loysing@post.olivant.fo ella á tlf. 22 46 98.

Ringt er at taka nøvn burturúr, men í hesum ári høvdu fleiri av stovnarum floksins fylt hundrað - og undanfarnu árini høvdu onnur havt rokkið sama aldur. Hartil eru sjálvsagt mong av teimum, ið hava myndað flokkin og rørsluna.

Vit kunnu burturúr rúgvuni av fólki nevna: Erlend Patursson, Morið Patursson, Andreu Árting, D.P. Danielsen, Edith í Jákupsstovu, Jákup í Jákupsstovu, Hanus við Høgadalsá, Hanna við Høgadalsá, Sigurð Joensen, Johann Simonsen, Karsten Hoydal, Andrias Ziska, Frederik Hansen, Olaf Ellingsgaard, Jógvan Høgnesen, Ove Mikkelsen, Hemming Jespersen, Hans Jacob Ellingsgaard, Finnbogi Ísakson, Petur Reinert, Jógvan Durhuus, Karina Kjølbro, Signar á brúnni, Jóngerð Purkhús, Heini O. Heinesen, Esbern í Múla, Heðin M. Klein, Ingrid Sondum, Hans Marius Joensen, Hergeir Nielsen, Elberg Klettheyggj, Nanna Skála, Hildur Patursson, Hjørleif Enni, Øssur av Steinum, Ólavur Michelsen, Herluf berthelsen, Hervør Durhuus, Hans Jacob Justesen, Hans Debes Joensen, Jógvan Krosslá, Sofus Olsen, Helena Simonsen, Finnur Johansen, Jóannes Dalsgarð, Árni Jacobsen, Jógvan Nónsgjógv, Petur Højgaard, Andrias í Tarti, Hans í Fjósinum, Sverri Djurhuus, Tummas Napoleon Djurhuus, Steinbjørn B. Jacobsen, Árni og Karin Brattaberg, Jóan Pauli Poulsen, Amariel Norðoy, Jógvan Arge, Zacharias Stóra, Klæmint Myllhamar, Elisabeth Myllhamar, Tórmóður Dahl, Viljormur Patursson, Niels á Reynatúgvu, Jóannes Enni, Vilhelm M. Nielsen. Luherus Hansen, Kristianna Rein, Zacharias Wang, Finnur Helmsdal, Sigmundur Poulsen, Helma Frýdal, Jóhan Hendrik og Birna Winther Poulsen, Kjartan Mørkøre, Arnbjørn Thomsen, Árni Dahl, Marianna Debes Dahl, Niels á Velbastað, Sanna á Lofti, Símun av Skarði, Súsan í Jákupsstovu, Hans Tausen Olsen, Andrea Eldevig, Birgir Nónsgjógv, Tórbjørn Jacobsen.

Sjálvandi eru mong dottin burturímillum her, og tit eru sera vælkomin at leggja afturat við nøvnum á øllum teimum fjølbroyttu og mongu fólkunum, ið hava myndað flokkin í feløgum, tiltøkum og stuðli.

Vinarliga

Tjóðveldi