Eidesgaard kærdur fyri at halda upplýsingum aftur fyri tinginum

4 February 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Ætlanin var at avgreiða málið fyri jól, men orsakað av politiska rokinum um fíggjarlógina, varð hetta ikki gjørt.

Nú tríggjar mánaðir eftir, at uppskotið kom á ting, kemur undan kavi, at bæði leiðslan og stýrið fyri Húsalánsgrunnin skrivliga hava ávarað og mótmælt ímóti týdningarmiklum pørtum av lógaruppskotinum, longu í august mánaða í fjør, áðrenn landsstýrið legði málið fyri tingið. M.a. vísir fremsti sakkunleikin á økinum á, at tað fer ikki at verða gjørligt at fíggja uppgávurnar hjá Húsalánsgrunninum, um uppskotið ikki verður broytt.

Men landsstýrið hevur valt ikki at halda hesum upplýsingum aftur fyri tinginum. Hvørki í viðmerkingum til uppskotið ella undir viðgerðini, hevur landsstýrismaðurin kunnað Løgtingið um, at sjálv leiðslan og stýrið fyri Húsalánsgrunnin, hava týdningarmiklar atfinningar og mótmæli til innihaldið í einum uppskoti um tann stovn, ið tey umsita.

Tí hevur Tjóðveldi valt at kæra landsstýrismannin, Jóannes Eidesgaard, til landsstýrismálanevndina, har serliga verður víst til §5 í lógini um ábyrgd landsstýrismanna:

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Tjóðveldi

Kæran um Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann