E-tiltak í Nólsoy

25 October 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


Kl 13 umrøða vit evnið: "Eldrapolitikkur í býnum, økjunum, bygdunum og oyggjunum".

Kl 15 vitja vit Tilhaldið í Nólsoy.

Kl 18 er opið hús til leyst prát um møguleikar í Nólsoy bæði fyri, vinnu, stovnar og einstaklingar.

Kl 19:30 Café-prát

"Tjóðveldi vísir á sterka, vinnufúsa og skapandi høvuðsstaðin, har øll trívast!"

Valevni luttaka.

Sterk øki og sterkar bygdir styrkja høvuðstað okkara!

Verið vælkomin at njóta dagin í Nólsoy, í samskifti við valevnini hjá Tjóðveldinum.

Vit leggja fram nakrar ætlanir at arbeiða við í komandi býráðssetu - og vit møta tær at práta um tíni ynski.


Vegna fyrireikararnar
Hanus Pál Jógvansson og Jákup av Skarði