Makrelmálið segði okkum enn einaferð søguna, um hvussu trupult tað er at vera vinur við danir, og við danska statin samstundis.
Lyndið hjá okkum norðbúgvum er, at vit ynskja góð og skipaði viðurskifti heima, og við grannar okkara.
Hóast vit uttan iva kenna meira til teirra samfeløg, enn teir til føroyska samfelagið, so er samstarvsandi og virðing berandi grundarlagið undir norðurlendska felagsskapinum.
Viðurskifti okkara við danir víkja frá!
Gamaní hava flestu okkara nógvar og góðar danskar vinir - tíbetur.
Men vinalagið við danska statin er ikki bara gott. Tað hava vit fingið ríkiligan ráka av.
Makrelmálið er feskasta dømið. Her gjørdust 'vinir' okkara bráddliga fíggindar okkara, tí at vit førdu fram okkara rímiligu sjónarmið og krøv.
Donsku havnirnar vórðu stongdar fyri føroyskum fiskiskipum. Eru tað vinir, sum lata dyrnar aftur fyri vinum?
Vit vita tað væl, men ein partur av okkum tykjast fortrongja tað. Tá tað kemur til skarpskeringar er danski staturin vinur við sínar borgarar, fyrst og fremst. Tá verða vit sett uttanfyri 'vinalagið'.
Sum rímiligt er skulu vit føroyingar stríðast fyri okkara føroysku viðurskiftum. Júst sum danir gera tað fyri sínum.
Vinalag byggir á virðing fyri hvørjum øðrum, ikki á fatanina um at annar parturin steingir dyrnar, um sjónarmiðini ikki hóva tí partinum.
Tað er erligt at tosa sína søk. Bæði sum føroyingur og sum dani. Vit hava skyldu til at vera føroyska talan. Her á klettunum, eins og úti í heimi.
