og eftir at tey tóktust vera dragnað burtur úr vitskuni hjá fólki, eru tey aftur á breddanum, ein fasett í nýggjum hami.
Rithøvundurin Carl Jóhan Jensen hevur veruliga blást lív í skjaldrini aftur. Hann brúkar hendan forna formin til at siga fram sínar hugsanir um samfelagsins viðurskifti, og í nøkur ár hevur hann borið tey fram á torgum og fundum. Mong hava upplivað høvundin á Doktaragrund á tjóðarhátíðini, táið Unga Tjóðveldið eftir siðvenju hevur skipað fyri fólkafundi, har hann við sínum heilt serliga entertainmenti hevur bergtikið áhoyrararnar.
Fyri kortum var heitt á fólk um at koma saman á gamla meiarínum í Havn. Høvið var, at Carli skuldi bera fram skjaldur, og hesaferð var ætlanin, at upplestur og løta skuldu takast upp á stálband. Ígjár kom úrslitið í bók og fløgu undir heitinum: Fótatraðk. Virkna forlagið hjá Jonhardi Mikkelsen í Vestmanna, Sprotin, hevur givið út, og hetta má metast at vera eitt nýbrot í føroyskari mentan.
Í sambandi við framløguna møtti Carli í krambúðini hjá Tutli á Káta horninum ígjár. Hann var í stoytinum og læs nøkur av skjaldrunum upp. Útgávan er ognað minninum um systkinabarn hansara Finn Helmsdal, sála. Ein oddviti tjóðveldisins, sum var tikin frá okkum á alt ov ungum árum.
Fyri at lýsa hvussu dagsaktuelt eitt skjaldur kann vera er hetta lítla brotið úr tí eina skjaldrinum: ”Har ið hvør boli, sum leingist eftir holi, má brynja seg við toli.” Kanska ein áminning til fíggjarnevnd løgtingsins, og tingið annars, um at steðga á við at torpedera føroysku fjøllini eina løtu, nú, meðan fíggjar- og búskaparvánirnar haka í av álvara fyri eina stund. Fari at mæla øllum til at ogna sær bók og fløgu, har Carli kann upplivast í sjón og hoyrn í sama stóra stíli, sum vit hava sæð hann á so mongum fólkafundi,
Hóast korini hjá føroyskum mentanarsmiðum eru út av lagi kørg, so eru tað tíbetur tey, sum stríðast og rógva ímóti rákinum. Á meiarínum verður sjónleikurin hjá Jóanesi; ”Aftan á undrið”, leiktur fyri fullsettum húsi kvøld eftir kvøld, og nú kom Carli við nýbrotinum Fótatraðk. Hetta eru bara tveir av teimum mongu, sum snøgga og styrkja føroyska stórviðin, samleikan, sum ger, at nakar býr á hesum útskerum í Norðurhøvum.
tj-.
