Ymiskar broytingar eru, summar eru sjónligari enn aðrar.
Uppskotið hevur greiðar ásetingar um javnstøðu í bygnaði floksins.
Ein annar partur, sum eisini er broyttur munandi, er freistin at senda uppskot inn til flokstingið.
Valdsbýtið í flokkinum er við nýggja bygnaðinum greiðari.
Ein nýggjur táttur er bráðfeingis floksting, tá ið skjótar avgerðir skulu takast.
Nýggi bygnaðurin kemur í gildi dagin eftir samtyktina á flokstinginum.
Sandoyar Tjóðveldisfelag hevði broytingaruppskot til uppstillingina, men tað fall.
Flokstingið heldur fram - t.d. eru 3 uppskot til aðalstjórnarformann.

